Tað er bara tríggir mánaðir síðani, at landstýrið almannakunngjørdi eina víðfevnda ætlan fyri, hvussu bøtast skuldi um viðgerðina av føroyskum sjúklingum við krabbameini.
Men longu nú er tað greitt, at ætlanin verður ikki sett í verk, sum ætlað.
Ein bólkur sat í eitt heilt ár og orðaði eina víðfevnda krabbameinsælan fyri Føroyar og í oktober í fjør varð hendan ætlanin handað landsstýrinum.
Bólkurin mælir til at seta eina ørgrynnu av tiltøkum í verk, bæði tiltøk sum kosta nógvan pening og tiltøk, sum onki kosta.
Hesi tiltøkini skuldu setast í verk í einum trý ára tíðarskeiði, so at í 2012 skuldi øll ætlanin verða sett í verk.
Sostatt skuldu eisini fleiri tiltøk setast í verk í ár.
Men í fíggjarlógini fyri í ár sæst, at ”ongin játtan er til verkætlanir í 2010”
Nógv tiltøk mugu víkja
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum ásannar, at eisini krabbameinsætlanin má víkja fyri teimum sparingum, sum eru gjørdar í almenna rakstrinum.
Men hann leggur kortini dent á, at ætlanin er alt annað enn slept og at nøkur av teimum tiltøkum, sum mælt verður til at seta í verk í ár, eisini verða sett í verk í ár.
Her er bæði talan um tiltøk, sum kosta rættiliga nógv, men ikki minst er talan um tey tiltøk, sum onki kosta.
Sum vit nevndu í Sosialinum í gjár, hevur hann longu tikið stig til at seta lóg í gildi, sum ger tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerðir.
Tað er eitt av tilmælunum, sum krabbameinsbólkurin mælir til at seta í verk í ár.
Fylgja dýrum tilmæli
Annars mælir arbeiðsbólkurin eisini til at keypa nýggjan MR skannara, nýggjan CT skannara og nýggjan mammograf hesi næstu trý árini.
- Hetta eru stórar íløgur, sum samstundis eru tey heilt dýru tilmælini í krabbameinsætlanini og hesum tilmælunum ætla vit at fylgja, sigur Aksel V. Johannesen.
Í hesum sambandi eru 10 milliónir krónur settar av til ein nýggjan CT skannara í ár, leggur hann afturat.
Hann hevur somuleiðis tikið stig til at útbúgva fleiri kommunulæknar, sum eisini er eitt tilmæli í krabbameinsætlanini.
Hann sigur, at higartil hava vit havt ein lækna um árið, sum er farin undir útbúgving sum kommunulækni, men í ár verða tað fýra, so tað metir hann avgjørt er eitt framstig.
Halda í oyruni á Aksel
Men eitt tað fyrsta, hann fer at gera nú í hesum mánaði, er at fylgja einum øðrum tilmæli um at seta ein tvørfakligan krabbameins-stýrisbólk, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í heilsumálum í málum, sum hava við krabbamein at gera. Bólkurin skal eisini fylgja við, at tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk.
- Hetta er ein bólkur, sum skal halda í oyruni á politisku skipanini fyri at siga tað soleiðis og tí haldi eg, at tað hevur stóran týdning at fáa hann settan so skjótt sum gjørligt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hinvegin staðfestir hann, at tiltikna sláimaskinan hjá samgongin var eisini framvið í heilsuverkinum, sum hevur mist 0,75% av játtanini, eins og aðrir kjarnustovnar í samfelgnum, ímeðan aðrir stovnar mistu 2%.
Sostatt er raksturin í heilsuverkinum ikki uppsstigaður í ár og av tí sama verður tórført at fara undir nakað serligt av nýggjum tiltøkum.
- Tí verður tórført at seta onnur tiltøk í verk, sum kostar pengar, uttan at fígging kann finnast til tað innanfyri fíggjarligu karmarnar, sum longu eru lagdir.
Men hann kann heldur ikki lovað at tey tiltøk, sum einki kosta, fara at vera sett í verk í ár.
- Tað veldst eisini um, hvørja umsitingarliga og starvsfólkaligu orku, vit hava til at seta hesi tiltøkini í verk.
Tí dugir hann ikki at siga akkurát, hvørji av tilmælunum verða sett í verk og, hvørji mugu bíða.
Annars sigur Aksel V. Johannesen, at ætlanin er eisini at hava eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um krabbameinsætlanina.
Umsitingin í heilsumálaráðnum er farin at fyrireika uppleggið til eitt slíkt aðalorðaskifti og Aksel V. Johannesen væntar, at tað verður longu í næsta mánaði, at tað orðaskifti verður og tá fáa tinglimir so høvi til at siga sína hugsan um framtíðar krabbameinsviðgerðina í Føroyum.
Kostar 20 milliónir um árið
Bólkurin, sum hevur gjørt krabbameinsætlanina, sigur, at tey tiltøk, hann hevur mælt til at seta í verk, fara at kosta einar 20 milliónir í rakstrarútreiðslum um árið.
Harafturat koma nakrar eingangs útreiðslur.
Men summar av útreiðslunum liggja uttanfyri heilsuverkið, eitt nú í heimatænastuni, sum tey mæla til at styrkja, so at sjúklingar í størri mun kunnu fáa røkt og linnandi viðgerð heima.
Hetta er ein útreiðsla, sum er mett til 4,5 milliónir um árið.
Annars metir bólkurin, at tørvur verður á góðum 27 milliónum krónum til íløgur í ymsa útgerð hesi næstu trý árini.
Sostatt verður tørvur á 9-10 milliónum krónum um árið til tól og sum tað sæst í hinari greinini, eru so tær fyrstu 10 milliónirnar játtaðar í ár til ein nýggjan, framkomnan CT skannara.