Laila Carlsen hevur í nógv ár sungið, í ár hevur hon valt sangin sum yrkisveg, og syngur kring alt USA. Laila Carlsen hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn seinasta árið, at hon hevur arbeitt fulla tíð sum songkvinna. Laila er saman við systrunum Vanju og Barbaru flutt til USA, har tær syngja fyri The Revival Ministry. Á teirra fyrstu fløgu, ið var givin út undir heitinum The Carlsens og á God Channel, har tær javnan syngja, kunnu føroyingar tó frøðast um vøkru røddina hjá Lailu.
Atkvøð fyri Lailu Carlsen sum bestu songkvinnu við at smsa: pla bk3 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb