Sum landsstýrismaður í heilsumálum fegnist eg um, at tey ungu í Vestmanna Skúla hava droppað tubbakkið! Tillukku og takk til næmingar, skúlastýri, lærarar, heilsusystir og skúlaleiðslu. Og eg ivist ikki í, at eisini foreldrini eiga sín stóra leiklut í hesum. Tað skerst ikki burtur, at eg eri serliga stoltur av, at tað júst er í Vestmanna, har eg sjálvur búgvi.
Nú ganga tit undan á hesum øki, og vit vita, at eisini aðrastaðni arbeiða tey heilhugað fyri at framala eina roykifría ungdómsmentan – tí, sum tey siga í Klaksvík: Royking er ræst! Og í Vestmanna: Tað er onki kul at roykja!
Eg vóni at nógvir aðrir skúlar taka henda góða táttin upp eftir tykkum.
Við blíðum páskaheilsanum.