Tilfeingið burtur um fá ár

Tað er niðurstøðan av einari kanning hjá einum bólki av altjóða granskarum, sum er umrødd í tíðarritinum Science. Orsøkin er missur av marinera biomargfaldinum um allan heim, sum minkar um havsins førleika at framleiða føði og verja fyri sjúku, samstillað við veðurlagsbroytingum og ovurfisking

Hetta er fyrsta kanningin av sínum slag, sum umfatar øll verandi hagtøl á øllum fiskastovnum og ecoskipanum. Kanningin nevnist »Impacts of Biodiversity Loss on Ocean Ecosystem Services«. Tað tók teimum ellivu havbiologunum og trimum búskaparfrøðingunum fýra ár at gera kanningina lidna.

Ein av granskarunum sigur, at verður einki gjørt til tess at halda stovnunum saman sum eina samlaða ecoskipan, verður hendan øldin hin seinasta við villfiski.

Grundað á verandi altjóða rákinum halda granskararnir, at alt slag av sjómati, sum veitt verður vilt, heilt frá tunfiski til sardinir, fer at halda uppat innan ár 2050. »Halda uppat« verður skilgreinað sum minni enn 10% av mestu veiði sum er skrásett.

Tá fiskasløg doyggja út, ávirkar tað framleiðsluevnini og støðufesti í allari ecoskipanini. Granskararnir vóru skelkaðir av, hvussu samanfallandi hetta rákið vísir seg at vera.

Hetta fer aftur at ávirka heilsustøðuna hjá fólki, tí oyddar stranda ecoskipanir gerast viðbreknar mótvegis sjúkufongdum sløgum og alguálopum, sum verður úrslitið. Ein av granskarunum sigur:

»The ocean is a great recycler. It takes sewage and recycles it into nutrients, it scrubs toxins out of the water and it produces food and turns carbon dioxide into food and oxygen. But to provide these services, the ocean needs all of its working parts – the millions of plant and animal species that inhabit the sea«.

 

Eina stýringsskipan

Granskingarbólkurin hevur nýtt umfatandi hagtøl frá eitt nú hagtalsskipanini hjá United Nations Food and Agriculture Organization um fiskiveiði um allan heim frá 1950 fram til 2003, og hevur eisini kannað 1000-ára tíðarrøðir fyri tólv strandaøkir.

Úrslitið vísir eina alsamt størri minking í strandastovnunum seinastu 1000 árini við missi av biologiskari filturorku og sjúkufríum fiskasløgum.

Kanningin vísir, at fyri hvørt fiskaslag, sum hvørvur, versnar samlaða ecoskipanin skjótari. Hetta skapar ikki bert trupulleikar at útvega føði til alsamt vaksandi mannaættina, men oyðileggur eisini støðufesti í havumhvørvinum. Og fyri hvønn stovn, mann megnar at byggja upp aftur, verður tað ein munandi betran fyri ecoskipanina.

Versnandi heilsustøðan í ecoskipanini ger, at fiskasløgini hvørva skjótari. Fiskur má hava reint umhvørvi, og øll sløg eru knýtt saman í eini margfaldsskipan. Tað merkir, at øll fiskssløg mugu metast samlað, í staðin fyri at royna at stýra hvørjum fiskaslagi sær. Tað er ein av undrunarsomu niðurstøðunum í frágreiðingini. Um eitt nú toskur ella tunfiskur hvørvur, fer tað at hava týðandi ávirkan á onnur at síggja til óviðkomandi fiskasløg.

 

Byggja upp

Ein týðandi spurningur er, um ein fiskastovnur hvørvur, ber so til at byggja hann uppaftur. Og svarið er ja – um stovnurin altso ikki er ov nógv týndur. Tí tað er sjálvandi eitt »point of no return«, har enduruppbygging er lítið sannlík, eins og støðan er við toskinum í Norðuratlantshavi.

Menb í tí stóra og heila er tað ikki ov seint. Í mongum førum kunnu stovnarnir koma rættiliga skjótt fyri seg – millum trý og tíggju ár – nakað, sum skjótt gevur stórar fyrimunir.

Frágreiðingin endar við at staðfesta, at neyðugt er at endurbyggja marinera biomargfaldni umvegis eina ecoskipan-grundaða yvirskipaða stýring, við einari samskipaðari fiskistýring, og umhvørviseftirlit er eisini neyðugt fyri at sleppa undan álvarsomu vandunum, sum hótta altjóða mattrygdina, góðskuna á strandaumhvørvinum og støðufesti á ecoskipanini. Sum støðan er í dag, er minni enn 1% av altjóða sjógvinum nøktandi vardur.

Sum er finnast ongar altjóða avtalur at verja fyri ovurfisking, burtursæð frá hvalaveiði. EU-londini mugu akta fiskiveiðipolitikkin hjá EU, men annars er tað upp til hvørt einstakt land at taka egnar avgerðir.

Ein av granskarunum sigur: »Hetta er ikki nakað, ið spátt verður fer at henda, hetta hendir nú. Um biomargfaldni framhaldandi versnar fer havumhvørvið ikki at megna at varðveita okkara livistøði. Í ringasta føri megnar tað ikki at halda lív í okkum yvirhøvur«

 

Soleiðis metir altso ein altjóða granskingarbólkur um støðuna. So er tað upp til hvønn einstakan at meta um, hvørt teir hava grein í sínum máli, og um støðan í veruleikanum er so ring, sum teir vilja gera hana til.