Oddagrein
Nógv mundu fáa ein skelk, tá tað síðsta vikuskifti ljóðaði, at tað tók meira enn ein hálvan tíma at fáa ein sjúkrabil til fótboltsvøllin í Lorvík. Ein fótboltsleikari lá uttan vit eftir ógvusligan samanbrest. Tíbetur gekk alt væl í hond tá avtornaði, men hendingin ger, at tey flestu munnu seta sær onkrar spurningar um trygd og tilbúgving.
Hendingin vísir, at tilbúgvingin hjá okkum óivað kundi riggað betur, og at neyðugt er við betri samskipan og greiðari leiðreglum. Tíðir broytast, og tann veruleiki, at Klaksvíkar Sjúkrahús nú er nógv stytri frá eystaru síðu á Eysturoynni enn Landssjúkrahúsið, mugu vit hava í huga, tá tilbúgvingin veður endurskoðað.
Nú er sagt nógv um, at ein sjúkrabilur var klárur í eini av grannabygdunum, og kundi verið á staðnum eftir 10 minuttum. Tað ljóðar gott, og óivað er talan um raskt fólk, sum manna henda bil, men tað óivað rætt eisini at hava førleika manningini í einum sjúkrabili í huga, og ikki bara hugsa um spurningin, hvør er skjótast á staðnum.
Eitt annað er, at snýr tað seg bara um at koma skjótt fram, ber til at hava eitt samstarv, soleiðis at tann bilurin, sum var næstur við óhappstaðið, fór avstað við sjúklinginum. Og tá bilurin úr Eysturoynni og sjúkrabilurin av Landssjúkrahúsinum møttust, kundi sjúklingurin so verið fluttur yvir í sjúkrabilin, um støðan annars talaði fyri tí.
Tann stóra miseran í samband við hendingina leygardagin er helst, at tilbúgvingarskipanin gloymdi, at stytsta leið var til Klaksvíkar Sjúkrahús. Harafturat skulu vit minnast til, at tað er alment lýst, at sjúkraflutningurin kann fara gjøgnum Norðoyatunnilin, har nærum øll vegbreytin nú er asfalterað og sløtt.
Vit kunnu staðfesta, at tey flestu vilja hava eitt gott og væl tilbúgvið heilsuverk. Lívið og tað at koma skjótt undir læknahond liggur frammaliga, um okkurt er áfatt ella onkur vanlukka hendir. Hesin samfelagstáttinum vilja vit øll gjalda til, hóast nógv seta spurnartekin við onnur samfelagsviðurskifti.
Men samstundis mugu vit enn einaferð staðfesta, at vit framvegis kunnu seta spurnartekin við, hvussu væl tilbúgvingin virkar. Onkur eldsbruni á bygd er í huganum. Og tær bjargingarroyndir, sum tilbúgvingin hevur skipað fyri, hava ikki fingið besta skoðsmál, tá tær eru eftirmettar.
Eitt krav hjá føroysku skattgjaldarunum má tí vera, at tilbúgvingin verður gjørd meira fullfíggjað, og at ein skilagóð loysn fæst á sjúkraflutningi og tí sum hesum hoyrir til, nú Norðoyggjar um eitt hálvt ár eisini verða knýttar upp í vegakervið í meginøkinum.