Í seinastu viku vóru yvirlæknin Torsten Warrer og stjóri Jan Samuelsen á danska privata sjúkrahúsinum Hejmdal í Føroyum.
Teir høvdu almennan fyrilestur á Sergloftinum á Tvøroyr, har teir greiddu frá, hvat sjúkrahús teirra kann bóða øroyingum.
Eini 80 fólk vóru á fundinum, og áhugin var stórur millum fólk at fáa meira at vita. Sum skilst vóru á fundinum eisini fólk, sum nýttu høvið at spyrja um júst teirra støðu.
Hetta sjúkrahúsið hevur serkunnleika í at kanna børn fyri ADHD ella aðrar barna- og ungdómssykiatriskar trupulleikar.
Fyrimunir við at koma higar
Fleiri føroysskar familjur hava fingið børn síni kannað á Hejmdal, men tað hevði verið smidligari, um fólk frá Hejmdal komu til Føroya at kanna børn her, halda teir.
Sosiala deild á Tvøroyri hevur tikið upp samband við Hejmdal, og tað kemur fyst og fremst av, at onkrir suðuroyingar arbeiða á Hejmdal, men eisini tí at fleiri børn í Suðuroy hava trupulleikar.
Nú verður roynt at fáa tað almenna at koma uppí, tí kanningarnar kosta sjálvandi at gera.
Bíðitíðin at koma til kanningar á Hejmdal er væl styttri enn hjá tí almenna.
Hóast eingin avtala enn er fingin við almennu Føroyar, er fólk á Hejmdal til reiðar at koma til Føroya, men tað krevur at fimtan fólk tekna seg. Tekning fer fram á sosialu deild á Tvøroyri.