Góði Piddi, nú tað stundar til hesa hugnaligu høgtíð, kennist tað sera tungt og meiningsleyst at skula seta seg niður at skriva minningarorð um teg. Hetta er júst tann tíðin, tú sum smádrongur dámdi og dugdi so sera væl at hugna um. Tú dugdi so væl at klippa jólaprýði, ikki minst tá ringar skuldu klippast og límast, so vit kundu gera ketu úr ringunum. Ja, og ikki at gloyma stjørnurnar til jólatræið.
Góði Piddi, tað vardi okkum ikki, at vit bert skuldu fáa 42 ár saman við tær. Tú vart elstur av fýra systkinum, og sum foreldur er tað altíð nakað serligt at eiga fyrsta barnið, og tað skuldi eisini vísa seg, at tú vart nakað heilt serligt.
Tú vart ein blíður og glaður smádrongur. Tú byrjaði í skúlanum í Rituvík, og tú hevði bert gingið í skúla stutta tíð, tá ein lærari, sum kom at fylgja tær øll 10 tey fyrstu skúlaárini, segði, at hasin drongurin dugdi síni ting. Og 10. floks-prógvið talaði fyri seg. Leiðin gekk síðani til Gøtugjáar, har tú tók studentsprógv, og tín partur lá ikki eftir har. Tú vart ein persónur, sum ongantíð gav upp, og fyrsta árið í Gøtu var týðiligt prógv um tað. Tú gekst við gipsaðum beini og brotnum armi meginpartin av fyrsta árinum, men tað forðaði tær ikki í at fáa teir bestu karakterirnar. HH tók tú eisini, hetta meðan tú hevði annað arbeiði. Seinni tók tú HD niðri í Kolding, og eisini har gekst tær væl. Hetta er bert ein lýsing av, hvussu góður tín fakligi førleiki var, men so lítillátin vart tú, at tær dámdi ongantíð at fáa rós fyri teir góðu karakterirnar, tú fekst. Niðurlagið var altíð, ”tað man ikki vera”, ella, ”eg mundi bara vera heppin”. Soleiðis vart tú. Eftir loknan lestur í Danmark, gekk leiðin heimaftur.
Á yrkisleið tíni fekst tú, hóast tín unga aldur, nógv burturúr. Uttan mun til, hvat tú gjørdi, fórt tú heilhjartaður til verka. Eitt tað fyrsta arbeiðið, tú hevði, var í møblasøluni inni á Høgabólið, og har dámdi tær væl. Og í fjølmiðlaverðini vart tú ikki eitt ókent navn. Tú hevur bæði skrivað fyri Tingakross og Dimmalætting, serliga minnast vit ”Ítróttarblaðið”, sum tú og ein góður vinur tín skrivaðu fyri Dimmu. Í 2001 byrjaði tú hjá fyritøkuni ”Virkisráðgeving”, og tín uppgáva bleiv at samskipa stóru fiskivinnuráðstevnuna ”Nordic Atlantic Fish Fair”. Hon vísti seg at gerast eitt sera væleydnað tiltak. Tú fekst stórar fyritøkur nær og fjar at luttaka á messuni, og tú fekst eisini Norrønu at liggja sum hotellskip, og hvør minnist ikki F1-bilin hjá Schumacher? Hetta sigur ikki so lítið um tað álit, tú hevði millum fólk. Og ikki kann annað sigast, enn at tú so dyggiliga fekk sett Føroyar á heimskortið. Í eitt tíðarskeið hevði tú eisini álitisstarv í Innlendismálaráðnum, har fólk bara høvdu gott at bera tær.
Politikkur var eitt av tínum hjartamálum, og eisini har fekst tú teg royndan. Eitt eyðkenni, tú hevði, var at tú tordi altíð at standa við tað, tú segði.
Hetta hevur verið ein strævin og torfør tíð, serliga hjá foreldrum okkara og ikki minni hjá børnum tínum, sum tú vart so ótrúliga góður við og stoltur av. Og nú, tá rættarmálið hevur fingið sín enda, standa vit framvegis við mongum ósvaraðum spurningum.
Góði Piddi, tað er so ómetaliga nógv, vit kundu sagt um teg. Vit systkin hava altíð sæð rættiliga nógv upp til tín, og var okkurt, vit vóru í holt við, ja, so var altíð gott at fáa eini góð ráð frá tær. Eitt nú tá vit fingu uppgávur í skúlanum, so var tað líkamikið, hvat man spurdi teg um, tú visti alt. Tú hevði eitt stórt hjarta, sum man ikki kann seta orð á. Bara eitt dømi er, tá tú arbeiddi á møblasøluni, so segði tú við mammu, at hon kundi koma inn at síggja tað góða tilboðið, ið har var, og soleiðis fjálgaði tú um stovuna heima. Tú gavst, til tú næstan stóðst nakin, ja, í mongum førum vart tú alt ov góður av tær. Tú hevði stóran áhuga í ítrótti, - og eisini har gavst tú meira, enn tú orkaði.
Tú hevði gott høvd sum fáur, og mangan undraði tað okkum, hvussu væl tú kláraði at hava so nógv jørn í eldinum í senn og handfara øll væl. Tú hevði altíð onkrar spennandi og áhugaverdar planir og ambitiónir, og tá tú so fórt í holt við tær, var tað við lív og sál. Til tíðir var torført at fyglja við tær, tí tú vart so engageraður og málrættaður.
Ikki hevði tú tað bara lætt her í lívinum, góði Piddi. Tú upplivdi sjálvur at missa eina dóttir, og hetta var eisini ein myrkan novembermánað. Tó gleðir tað okkum at hoyra, at tú fekst tosað við onkran um hendan sorgarleik.
Tað er so fløvandi, nú tú ikki ert millum okkum longur, at hoyra onnur umtala teg og tín kærleika til tíni næstu. Og at hoyra onnur tosa um, hvussu jaligur tú vart. Ein pápi greiddi frá, hvussu kedd dótturin varð, tá hon hoyrdi, hvussu lagna tín bleiv. Hetta var ein, tú hevði havt í framhaldsdeildini. Hetta var eisini okkara uppfatan, at tú dugdi væl við børnum, og at børnini eisini vóru góð við teg.
Góði Piddi, hetta hevur verið og er enn ein torfør tíð. Og uttan familju, vinir og kenningar, ið hava verið heilt ótrúlig hesa tíðina, høvdu vit ikki komið ígjøgnum hetta. Sum ein tók til, vit hava líkasum verið í respiratori, og fólk hava livað fyri okkum. Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum hava verið um okkum.
Gleðilig jól.
Foreldur og systkin
Til okkara høgt elskaða son og beiggja
Dánjal Petur Hansen
- vanliga nevndur Piddi

-------
Foreldur og systkin