Grønlendska landsstýriskvinnan í sjálvstýrismálum, Suka K. Frederiksen, vitjar í Føroyum hesa vikuna. Hon kemur higar í morgin og steðgar til hósdagin. Ørindi hennara eru at kunna seg um arbeiði við eini føroyskari grundlóg.
Sambært grønlendska landsstýrinum verður samstarvið millum Føroyar og Grønland á umhvørvis- og klimaøkinum eisini á skránni.
Suka K. Frederiksen er landsstýriskvinna í sjálvstýrismálum, náttúr- og umhvørvismálum og landbúnaðarmálum.