Til Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og Fiskimálaráðið

Magnus Brattaberg Absalonsen
-----

Tað er eftirhondini blivið gerandiskostur at hoyra og lesa um Fámará í fjølmiðlunum. Je eri fult greiður yvir, at tað á tann hátt leggur stórt trýst á tykum, sum skulu taka eina avgerð í málinum. Tí vil je bara koma við eini áheitan til tykum um at vera saklig í málsviðgerini um festið í Fámará. Vandin er til staðar, at Árni T. Brattaberg (sum hevur hægsta boðið) verður fyri órætti frá populistiskum politikarum o.ø., bert tí hann ikki vil vera við i einum mediusirkusi.

Árni vísur sum altíð sína størstu virðing. Hann vísir dag og dagliga fjølmiðlum frá sær, eftirsum gongd enn er í málinum, og ongin avgerð er fallin. Hetta hóast hann blívur alment útstillaður og útspiltur, og aðrir partar brúka fjølmiðlarnir, sum teimum lystir, at føra seg fram í.

Enn veit je ongan, sum hevur sett Johan í Kollafirði ein einasta kritiskan spurning. Hevur nakar granskað hansara fortíð? Tað sær tíverri út til at m.a. ”Fríggjakvøldssendingin” hjá almenna Kringvarpinum er farin at kappast við Føroya Tele-portalin um at hava so lágt journalistiskt støði sum gjørligt.

Tað síðsta, je havi hoyrt frá Johan’sa Christiania advokati, er, at tað eigur ein samlað mynd at verða gjørd av umsøkjarnum, og útfrá heildarmetingini latið festið til tann best skikkaða umsøkjaran. Júst tað vil je pástanda er Árna’sa besta argument fyri at blíva festari í Fámara.

Eftir at Árni segði festið frá sær i 2000, hevur hann ikki havt ábyrgdina av Fámará. Tá hann fór, vóru bygningar og alt sum har tilhoyrir í góðum standi. Hann ynskti og vónaði, at yngri kreftir skuldu taka við, men politikkur kom uppí og støðgur kom í. Sum tykur kanska vita, so søkti beiggi mín (sum hevur fulla landbúnaðarútbúgving, ella grønt bevís) um Fámaráfestið fyri uml. 12 árum síðan, men hevur enn ikki fingið svar upp ta umsóknina. Je veit at onnur í familjuni hava spurt seg fyri, um man ikki bara kundi keypt húsini burturfrá, um ikki annað. Árni kann ikki lastast fyri, hvussu alt sær út nú 12 ár seinri. Hann er ein treiskur slóðbrótari og idealist eins og Brattin var. Árni og Karin stovnaðu, um ta tíðina tá hann segði Fámaráfestið frá sær, Ullarvirkið og fyritøkuna Sirri. Tey høvdu hugsjónir og ábyrgdarkenslu yvir fyri føroysku ullarávøruni, sum IRF frammanundan hevði trupulleikar við at taka ímóti og brenna. Árni hevur einsamallur, ár eftir ár, verið runt landið og samlað ullina saman og fingið hana tilvirkaðað. Hann er aktivur í lokalsamfelagnum og saman við Karini hava tey uppdrigið okra fremsta operasangara og ein mentunarhúsleiðara. Hóast tey búgva uttanlanda fara tey at verða viðvirkandi til, at Fámará verður eitt stað við lívi og trivnaði.

Øll familjan stuðlar Árna 100% og okur øll gleða ogon til nógvar arbeiðstímar har norðuri - enn einaferð. Úr Fámará vøgguni eru komin nógv virkin fólk til dømis tríggir fult útbúnir bøndur, maskinmeistarar, skiparar, handilsfólk, lærarar, hotel leiðarar, listarfólk, samskiparar og so framvegis. Hesi standa klár at hjálpa til í Fámará.

Fámará var mítt heim, mín vøggustova og barnagarður. Soleiðis var eisini hjá teimum 6 børnunum sum vuksu upp í Fámará umframt okum systkinabørn. Mamma er tann einasta sum er fødd í Fámará. Har brúkti je saman við meginpartin av øllum 18 systkinabørnunum hvørt summar, nógv vikuskifti og nógvar dagar aftaná skúlatíð á bønum og í fjósinum. Sum so ofta tá pabba var til sjós búðu je, beiggi mín og mamma í Fámará har hon passaði neyt, hønur, gæs o.s.fr. Je svav mínar eftirmiddagslúrar í fjósinum saman við neytunum og hevði tað idylliskt.

Sjálvur havi je mangan droymt um at keypt Fámará. Sjálvsagt átti je at dugað betur at spátt um framtíðina. So hevði je fyri langari tíð síðan tikið kvøldskúlaskeiðið, so je kann blíva “skikkaður” festari. Runavíkar skúli hevur upplýst at vegna lítla játtan verður onki skeið fyrrenn í fyrstalagi 2013.

Tað sum nokk hevur verið beiskast at lisið og hoyrt seinastu tíðina, er at nógv fólk (kend sum ókend) halda, at uttan Johan, so var onki Fámará í dag!? Mesta tilfarið til tað fyrsta húsið kom norður á hestabaki. Omman og abbin løgdu sítt lívsverk har og Árni brúkti síni bestu ár har. Tá abbin var runt alt Føroyaland og gjørdi vegir, var omman einsamøll við einum stórum barnaflokki og hevði ikki somikið sum el ella rennandi vatn tey fyrstu árini. Árni fekk sum smádrongur í Fámará størri ábyrgd enn mong vaksin nakrantíð fara at fáa á síni lívsleið.

Tað er sera hugstoytt at síggja, at bert tí onkur villfremmandur við eini mikrofon búsetur seg har, so skal hann hava rætt til at yvirtaka staðið. Je skilji betur enn nakar annar, at Johan er blivin góður við Fámará. Hetta praktfulla staðið hevur eisini nógv at siga fyri nógv onnur millum annað fyri meg og alla mína familju.

Je haldi hetta er ein spurningur um mannarættindi. Fyri mær og míni nærmastu er hetta meiri mítt heim enn bert eitt hús og eitt fjós. Johan kann fyri 500.000 kr saktans fáa eini fín hús í Víkarbyrgi ella í Múla, um hann so gjarna vil isolera seg. Og tey fólk sum hava fingið ta fatan, at alt er sett í stand aftur í Fámará, tey burdu farið norður og hugt. Aftaná tvey ár í húsinum, er ófatiliga lítið komið burturúr hjá honum.

Juridiskt hevur Árni avgjørt eisini sín rætt, men vónar sjálvandi at tað ikki kemur hartil. Moralskt og søguliga sæð, er tað onki at tosa um hvør eigur fyrstarætt at sleppa at festa Fámará.

Sleipner feltið, 16/07-12