Teilendsku myndugleikarnir hava nú lýst útigongubann í pørtum av høvuðsstaðnum Bangkok, eftir at harðir samanbrestir millum mótmælisfólk og herin hava kravt 24 mannalív teir seinastu dagarnar. 187 fólk hava fingið skaða.
Abhisit Vejjajiva, forsætisráðharri, hevur eftir øllum at døma mist tolið við mótmælisfólkinum, tí hann sigur nú, at tann einasta loysnin er at brúka hermegi fyri at fáa enda á ófriðinum.
Herurin hevur avbyrgt eitt øki, har umleið 8.000 mótmælisfólk eru kringsett. Myndugleikarnir hava slitið streymin til økið.