Tíðindini í vanda

– Vandin við eini samanlegging av ÚF og SVF er, at vit fáa ein ov einstáttaðan tíðindaflutning uttan kapping.

– Vandin við eini samanlegging av ÚF og SVF er, at vit fáa ein ov einstáttaðan tíðindaflutning uttan kapping.

 

Tað var skoðsmálið hjá Árna Gregersen, fyrrverandi sjónvarpsstjóra, í Sosialinum 10. august í 2004. Hann segði seg skilja avgerðina, men vísti á, at nýggi stovnurin, sum gjørdist Kringvarp Føroya, kundi við hesum gerast ov sterkur og hava ov lætt við at stýra politiskt.

 

Samrøðan í Sosialinum 10. august 2004 var soljóðandi:

 

Varðveitið tvær sjálvstøðugar redaktiónir

 

– Vandin við eini samanlegging av ÚF og SVF er, at vit fáa ein ov einstáttaðan tíðindaflutning uttan kapping. Stovnurin kann við hesum gerast ov sterkur og hava ov lætt við at stýra politiskt, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gregersen. Hann sigur seg tó skilja avgerðina hjá landsstýrismanninum, sum SVF stjórin sjálvur hevur framprovokerað

 

SAMANLEGGING

Heini í Skorini heini@sosialurin.fo

 

Niðri á Bornholm situr fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gregersen og fylgir væl við, hvussu eftirkomarar hansara hava tað í føroyska fjølmiðlaheiminum. Bumban hjá Jógvani á Lakjuni mentamálaráðharra fríggjamorgunin kom eisini dátt við hjá Árna Gregersen, men hóast hann prinsipielt er ímóti eini samanlegging, sigur hann seg skilja avgerðina orsakað av støðuni, SVF eftirhondini er komið í.

 

Mikkjal provokeraði

– Tað tykist, sum SVF er komið í eina ónda ringrás, har einki kann lata seg gera. Stovnurin hevur hóast alt fingið meiri pening frá politiska myndugleikanum og hevur nú 32 milliónir at arbeiða við, men kortini verður minni sjónvarpstilfar framleitt. Ta sannroynd má politiski myndugleikin fyrihalda seg til, sigur Árni Gregersen.

 

Hann heldur, at núverandi sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal í ein mun sjálvur hevur framprovokerað avgerðina, tí hann á sinni valdi bert at senda føroyskt tilfar frá 1821 og annars samsenda við Danmark Radio. Tí er samanleggingin ein avgerð, Árni í ein mun hevði væntað.

 

– SVF tykist ikki verða ført fyri at koma burturúr æviga kjakinum um meiri pening, og drastisku avgerðirnar hjá stjóranum hava avgjørt havt sína ávirkan, sigur Árni.

 

Horvin kapping

Men Árni Gregersen óttast eisini avleiðingarnar av eini samanlegging, og fyrst og fremst eru vandarnir á tíðindaøkinum.

 

Sambært Árna kann kappingin at framleiða tíðindi nú hvørva, og tað er í sær sjálvum sera álvarsamt.

 

Árni Gregersen ávarar, at føroyingar nú fáa eina einstaka felags redaktión ella ov tætt samstarv millum redaktiónirnar, har tíðindaflutningurin kann gerast ov einstáttaður. Felags stovnurin kann sambært Árna Gregersen nú eisini gerast ov sterkur og hava ov lætt við at stýra politiskt.

 

– Tí vil eg harðliga mæla til, at tvær sjálvstøðugar redaktiónir framhaldandi verða varðveittar, so kappingin og fjølbroytnið ikki hvørvur. Umframt hetta er tað alneyðugt, at tíðindi og annað tilfar verður tikið upp og viðgjørt á tveimum støðum, sum ikki hava samband við hvørt annað, tí annars kunnu áðurnevndu vandar gera seg galdandi, sigur Árni Gregersen.

 

Fyrrverandi sjónvarpsstjórin heldur, at føroyski tíðindastreymurin longu nú er alt ov einstáttaður, og tí vónar hann, at redaktiónirnar verða skildar at og áhaldandi vera í kapping.

 

– Við tað at føroysku bløðini framvegis eru politisk, er tað grundleggjandi neyðugt, at almennu loftmiðlarnir varðveita tað sindrið av fjøltáttaðum tíðindatilfari, sum enn er í Føroyum, sigur Árni Gregersen. Boðskapurin hjá Árna er tí greiður: Varðveitið tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir. Í tíðindaskrivinum frá Mentamálaráðnum fríggjadagin stóð í hesum sambandi soleiðis: »Sostatt fáa vit ein sterkan almennan public service stovn, ið tó av givnum grundum eigur at hava tvey sjálvstøðug og óheft redaktiónsumhvørvi«.

 

Við hesum í huga bendir nógv á, at ynskini hjá Árna Gregersen verða praktiserað, og at broytingarnar ikki verða tær stóru fyri hyggjaran og lurtaran.

 

Samstarv

Men hóast Árni Gregersen mælir til ikki at leggja tíðindaredaktiónirnar saman, varpar hann samstundis ljós á samstarvsmøguleikar millum sjónvarpsog útvarpsfólk.

 

– Í einum og sama stovni kunnu og eiga starvsfólk sjálvsagt at arbeiða saman, og tað gjørdu vit eisini í síni tíð, hóast vit ikki arbeiddu á sama stovni. Tað hendi meiri enn so, at vit í SVF syrgdu fyri myndum, meðan starvsfólk í útvarpinum tóku sær av ljóði, minnist Árni Gregersen aftur.

 

Hann heldur, at líknandi samstarv millum útvarp og sjónvarp er náttúrligt, serliga tá farið verður undir størri og meiri grundleggjandi verkætlanir. Men Árni Gregersen undirstrikar, at um fjølbroytni skal vera í føroyska tíðindaheiminum, er kapping ein treyt, og tá má talan vera um tvær sjálvstøðugar redaktiónir.

 

Administrativir fyrimunir Meðan Árni og onnur við óttast, at tíðindaredaktiónirnar verða lagdar saman ella vera í ov tøttum samstarvi – sum í botn og grund kann gerast ein hóttan fyri fólkaræðið – metir Árni Gregersen, at fyrimunirnir við samanleggingini eru administrativir.

 

– Sum Jógvan á Lakjuni hevur víst á, eru fyrimunirnir við eini samanlegging rationaliseringar og sparingar í umsitingini. Hesar grundgevingar meti eg vera møguligar at realisera, men mín vón er sum áður nevnt, at samanleggingin ikki ávirkar tíðindaredaktiónirnar, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gregersen at enda.