Tí vilja føroyingar ikki hava flóttafólk higar

Tað er serliga ein ávís orsøk til, at stórur meiriluti av føroyingum er ímóti flóttafólki

 

 

Føroyingar eru bangnir fyri, at flóttafólk hava at fáa so stóra ávirkan á okkara samfelag, at tað fer at ávirka okkara samleika sum føroyingar.

Tað vísir ein kanning, spyr.fo, hevur gjørt fyri okkum og sum byggir á, at 530 tilvildarliga valdir føroyingar eru spurdir.

 

Í morgun greiddu vit frá, at kanningin vísti, at stórur meiriluti av føroyingum er ímóti at fáa flóttafólk til Føroya.

 

Tey, sum ikki vilja hava flóttafólk til Føroya, vórðu síðani spurd, hví tey ikki vilja tað.

Og her svara tey flestu, ella 56 prosent, at tey stúra fyri teirri ávirkan, flóttafólk kunnu hava á okkara samfelag og á okkara samleika sum føroyingar.

 

Men tað er ikki óvæntað, at ræðslan fyri tí fremmanda og ókenda hava ein týðandi leiklut í sambandi við flóttafólk. Tað er eisini serliga hetta, sum hevur eyðkent kjakið um flóttafólk seinastu tveir mánaðirnar, síðani løgmaður tók spurningin upp í nýggjársrøðu síni.

 

Hinvegin siga 30 prosent, ella næstan ein triðingur, at tað er av fíggjarligum orsøkum, at vit ikki skulu taka flóttafólk til Føroya.

 

Og so eru tað 14 prosent sum siga, at tað eru aðrar orsøkir til, at tey ikki vilja hava flóttafólk til Føroya.

 

Les eisini: Siga kortanei til at fáa flóttafólk til Føroya

 

Seinni fáa vit so eisini at vita, um tað er munur á, hvat mannfólk og konufólk halda um flóttafólaspurningin.