Tí gevst Fróði

(Ljóðbrot) Fróði Benjaminsen greiðir her frá hví hann gevst sum fótbóltsspælari eftir hetta kappingarárið

Fróði Benjaminsen boðaði í VikuskiftisSosialinum hetta vikuskfitið frá, at hann gevst eftir hetta kappingarári. Liðskiparin á landsliðnum verður 38 ár, tá kappingarárið er liðugt.

 

Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg havi altíð vilja funnið hurðina sjálvur. Eg verið 38 ár. tá kappingarárið er liðugt. So tað er ein natúrlig gongd, sigur Fróði Benjaminsen millum annað í samrøðu við Rás2.

 

Fróði tekur somuleiðis met fyri flestar landsdystir, tá hann í morgin spælir sín dyst nummar 84 fyri føroyska landsliðið. Hetta hevur tó ikki ávrikað roynda miðvallaran nakað.

 

- Eg hugsi bara um dystin móti Grikkalandi. Tað verður spennandi og tað verður fult hús, sigur Fróði Benjaminsen.

 

Fróði tekur metið frá verjukempuni, Óla Johannesen.