The Ghost er besti nýggi bólkur

Tað var tann nýggi og spennandi bólkurin, The Ghost, sum vann heiðurin sum ársins besti nýggibólkur

Í tilnevnigini til heiðurin skrivaði Niels Uni Dam, at The Ghost er eitt av teimum mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum.

Tónleikurin er eitt slag av elektroniskum poppi. Hann er minimalistiskur, rútmiskur og egin; ein samanseting av elektroniskum rútmum og hondspældum gittara og synthesizara. Konsertirnar eru sera lívligar, serliga er sangarin Filip Mortensen sum ein sekkur av loppum. Hin helvtin av The Ghost er Urbanus Olsen.

Tað var Poula Michelsen úr Føroya Banka, sum handaði teimum heiðurin.