Tey ungu vilja sleppa at koyra skjótari á prutli

Hóast Ráðið Fyri Ferðslutrgd mælir frá, hevur ein stórur meiriluti samtykt, at tað er vandamikið, at prutl bara hava loyvi at koyra 30

Øll prutl skulu hava loyvi til at koyra 50 kilometrar um tíman.

Tað hevur ein stórur partur av Ungdómstinginum samtykt í morgun.

Í dag eru tað skúlanæmingar úr skúlunum kring landið, sum manna Løgtingi og eitt av málunum, tey hava viðgjørt, er hámarksferðin hjá prutlum.

Tað vóru næmingar úr 9. flokkur í Vági, sum løgdu málið fyri Ungdómstingið.

Les eisini: Tað skal vera loyvi at koyra skjótari á prutli

Fyri nøkrum árum síðani broytti Løgtingið lógina soleiðis at prutl verða býtt í tveir bólkar. Annar bólkurin kallast lítil prutl og tey kunnu í mesta lagi koyra 30 kilometrar um tíman og  aldursmarkið fyri at taka koyrikort til tey, er 15 ár.

Hin bólkurin er stór prutl og tey kunnu koyra 50 kilometrar um tíman og aldursmarkið at taka koyrikort til tey, er 16 ár.

Men næmingarnir í Vági halda, at øll prutl skulu hava loyvi at koyra 50 kilometrar um tíman og tað tekur ein stórur meiriluti av ungdómstinginum undir við.

Tá ið Ungdómstingið hevði viðgjørt málið, varð tað beint til víðari viðgerð í Rættarnevndina. Í hesum sambandi hevði nevndin fund við Ráðið fyri Ferðslutrygd og tinglimirnir upplýstu, at Ráðið fyri Ferðslutrygd mælti frá at lata lítil prutl sleppa at koyra 50, tí tað fer at at føra til fleiri ferðsluóhapp – og tá ið ferðsluóhapp henda, er vandi fyri, at skaðarnir verða ógvusligari tí ferðin er størri.
Men tey í Ungdómstinginum halda, at fyrimunirnir við at lata lítil prutl koyra 50, eru størri enn vansarnir.

Tá ið lítil prutl einans hava loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, yvirhála bilarnir ofta, og tá eru tey á prutlinum í vanda fyri at verða kroyst av vegnum, ella upp á gonguteigin, tí vegirnir eru ov smalir til yvirhálingar.

Sleppa prutlini at koyra 50, hevur tað eisini tann fyrimunin fyri løgregluna, at hon kann brúka tíðina uppá onnur lógarbrot, tí tað kemur javnan fyri, at løgreglan stendur uttan fyri skúlar og kannar, hvussu skjótt prutlini koyra.

Nevndarlimirnir í Rættarnevndini siga, at teir eru varugir við vandan fyri størri skaðum tá ið  prutlini koyra skjótri, tí tey á prutlinum hava bara hjálmin at verja seg við, men tey tey halda kortini, at fyrimunurin er størri enn vansarnir - og tey halda eisini at tað standast ov nógv óhapp av tí, at prutl verða ákoyrd tí tey koyra so seint.

Og tá ið Ungdómstingið skuldi atkvøða um málið, var eingin ivi, tí tað varð samtykt við stórum meiriluta. Í hesum sambandi vóru tað 22 tinglimir, sum atkvøddu fyri, at lítil prutl skulu sleppa at 50, men fimm tinglimir atkvøddu ímóti og fimm atkvøddu blankt.