Tey ungu eru meira virkin í grindadrápi

- Vit eiga at halda fleiri grindaskeið, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum

Hóast nógvan ágang frá Sea Shepherd og øðrum felagsskapum og ávaringum frá heilsumyndugleikum um dálking er áhugin fyri grindadrápið so stórur sum sjáldan. Og alt fleiri ungfólk vilja eisini verða við í grindadrápinum.

- Tey ungu eru nógv meira virkin í grindadrápi nú, enn tey hava verið. Tey vilja læra allar partar av drápinum – bæði rakstur, at brúka mønustingaran og aðra útgerð og at skera upp, sigur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.

Krøvini til at luttaka í grindadrápi vórðu herd fyri góðum tveimum árum síðani, og tá vórðu krøv til frálæru í grindadrápi sett. Skeið vórðu hildin kring landið, og millum 3000 og 4000 føroyingar tóku sonevnda grindaskeiðið, har tey lærdu um ymsu partarnar av grindadrápinum.

- Vit eiga at taka skeiðini uppaftur í heyst, tí tað eru nógv fólk – bæði yngri og eldri – sum kundu hugsað sær at fingið skeiðini, sigur Ólavur Sjúrðaberg.