Tey tjúkku eru glaðari

Granskarar á Doshisha Universitetinum í Kyoto í Japan siga, at glað og væl nøgd fólk í størri mun enn vanligt eru tjúkk fólk.

Granskararnir kannaðu og fylgdu fólkum í eitt hálvt ár, meðan fólk royndu at tapa seg, og tað vísti seg, at fólk, sum eru glað, taptu seg minst. Sambært granskarunum kemur hetta av, at tey í størri mun njóta lívið og leggja minni í vekttrupulleikar.