Tey sum rinda mest skulu eisini fáa mest

Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum umfarið verða ynskini ikki gingin á møti

Gjaldið úr barsilsskipanini eigur at vera nógv hægri. Tað halda tey í bæði Akademikarafelagnum, og í felagnum fyri búskaparfrøðingar og løgfrøðingar. Sum vit skrivaðu í áðni, hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið at hækka gjaldið hjá teimum, sum hava rætt til hægsta útgjald úr barsilsskipanini. Í løtuni er hægsta gjaldið úr barsilsskipanini 25.000 krónur um mánaðin, sama hvussu góð lønin annars er.

 

Men á nýggjárinum skal tað so hækkast upp í 27.000 krónur um mánaðin, men hesi bæði fakfeløgini, sum umboða nakrar av teimum vælløntu starvsbólkunum, halda, at hetta er alt ov lítið, tí limir teirra, sum bara í barnsburðarfarloyvi, eru fyri stórum lønarmissi.

 

­­– Gjaldið átti heldur at verið sett til 35.000 krónu, ella skuldi tað heilt samsvara við lønina, heldur Akademikarafelagið. Øll rinda ein prosentpart av lønini í barsilsgrunnin og í Akademikarafelagnum halda tey, at tað er rættast, at tey, sum rinda mest í barsilsgrunnin, eisini fáa mest úr honum aftur tá ið tey fara í barsilsfarloyvi.

 

Akademikarafelagið og felagið fyri búskaparfrøðingar og løgfrøðingar, vísa eisini á, at tá ið kvinnur fara úr arbeiði fyri at fara í barnsburðarfarloyvi, fær tað avleiðingar fyri bæði inntøkuna og fyri eftirlønina.

 

Akademikarafelagið sigur, at tískil vilja tey hava, at tær seks vikurnar, barsilsfarloyvið varð longt í 2019 og 2020, verða markaðar til pápan ella sammóðrina fyri at styðja upp undir javnstøðuna.

 

Magnus Rasmussen sigur, at vísir tað seg, at barsilsgrunnurin hevur yvirskot, kann tað væl verða, at gjaldið hækkar enn meiri. Men hann sigur eisini, at í hesum umfari verður ikki talan um at markað ein størri part av barsilsfarloyvinum til pápan, ella til sammóðurina.

 

Í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum halda tey, at so hvørt sum avlopið í barsilsgrunninum veksur, eigur gjaldið eisini at verða hækkað.

 

Eisini í Føroya Arbeiðsgevarafelagi halda tey, at gjaldið eigur at verða hægri. Tey halda enntá, at hevur skipanin ikki ráð til at hækka gjaldið, eigur barnburðarfarloyvið heldur at verður stytt.

 

Tey vísa á, at tá ið hámarkið varð sett til 25.000 krónur, svaraði tað til umleið hálva aðru ferð so nógv, sum ein arbeiðaraløn var hjá einum, sum arbeiddi fulla tíð.

 

Tað vil siga, at tá var gjaldið var 150 prosent av eini arbeiðaraløn. Í dag er hámarkið umleið tað saman sum ein fulltíðar arbeiðaraløn við fimm ára starvsroyndum. Hetta merkir, at ein rættiliga stórur partur av fólkunum, sum fáa barsilsútgjald, eru fyri stórum lønarmissi, siga arbeiðsgevararnir.

 

Men landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum staðfestir, at barnsburðarfarloyvið verður ikki stytt.

 

 

 

Skulu áseta eitt lágmark

 

Í Samtaki, sum umboðar verkafólk og fiskimenn, halda tey, at landsstýrið eigur áseta eitt lágmark fyri, hvussu lítið gjaldið úr barsilsskipanini kann vera.

 

Men landsstýrismaðurin heldur, at eitt minstagjald ber meira brá av eini almannaskipan og tí verður tað ikki gingið á møti á hesum sinni.