Tey ?gomlu? hornorkestrini blása í dag

Hetta vikuskiftið skipar Havnar Hornorkestur fyri árligu musikstevnuni fyri hornorkestur og harmoniorkestur. Konsertirnar vera í høllini á Læraraskúlanum í Havn. Í ár verður stevnan hildin yvir tveir dagar ? hon byrjaði í roynd og veru í gjár og heldur fram í dag. Orsøkin til tað er, at Havnar Hornorkestur í ár hevur bjóðað øllum ungdómsorkestrunum við. Tey eru sjey í tali, og høvdu sínar konsertir seinnapartin ígjár. Tey eru Norðljómur, Ungdómsorkestrið í Vágum/Vestmanna, Gøtu Ungdómsorkestur, Ælabogin, Klaksvíkar Ungdómshornorkestur, Látipípan og Havnar Ungdóms Hornorkestur.

Tey ?eldru? orkestrini fara at framføra sínar konsertir seinnapartin í dag. Tey eru átta í tali. Tey eru Havnar Hornorkestur, Eiðis Ljómfelag, Sørvágs Tónleikarafelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikfelag, Tvøroyarar Hornorkestur og Harmoniorkestrið GHM. Hvørt orkestur fær 15 minuttir til sína konsert.

Hetta er størsta felags tiltakið hjá hesum orkestrum í Føroyum, og stevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1966. Orkestrini skiftast um at skipa fyri stevnuni, og í ár er tað so Havnar Hornorkestur, sum er vertur.

Konsertin í dag byrjar kl. 14 og verður í høllini á Læraraskúlanum í Havn.