Kvinnurnar eru Guðrið Syderbø og Lena í Buð, og menninir eru Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis.
– Vit kenna einki til mótstøðuliðini, tí vit hava ikki so frægt sum sæð nakrar upptøkur, sigur Gurðið Syderbø, ið tó staðfestir, at hon og Lena ætla sær at gera sítt besta.
Tær hava í upptaktini til leikirnar vant saman við monnunum, og Guðrið heldur, at teir eru væl fyri eisini.
– At vit hava vant saman við monnunum, hevur so í øllum førum givið okkum sterka mótstøðu, sigur Lena í Buð, sum letur væl at umstøðunum á Gøtu sandi, har tey hava vant, tá veðrið hevur verið til vildar.
Lena sigur, at munurin á vanligum flogbólti og strandarflogbólti fyrst og fremst er, at spælararnir eru bara tveir á hvørjum liði, í mun til seks spælarar í vanligum flogbólti, og at vøllurin heldur ikki er so nógv minni.
– Tað krevur meira av okkum, bæði kropsliga og tekniskt, tí tað ræður um at plasera bóltarnar rætt og at brúka kroppin rætt, sigur hon.