At ávaringin frá Føroya Tele skal takast í álvara, man mangur hava sannað. Men tá tað er sagt, so kunnu vit bara undrast á, hvussu telefeløg kunnu loyva sær at mergsúgva fólk. Hvar eru brúkaraumboðini, sum loyva telefeløgnum kring allan heimin at mergsúgva og stjala pengar frá fólki? Telefeløg hava sokallaðar roamingavtalur – sum merkir, at tá telefeløg í einum landi taka okursprísir frá fólki, so ger hitt felagið tað sama.
Soleiðis sleppa telefeløg at stjala pengar frá fólki, sum gjalda okursprís fyri eina tænastu, sum als ikki kostar so nógv. Hetta er bara ein møguleiki hjá telefeløgunum og gera sær dælt av góðtrúnum ferðafólkum og handilsfólkum og fólki, sum ikki gjalda sína telefonrokning sjálvi.
ES hevur vist tikið hetta málið upp, so telemergsúgvingin fær ein enda.









