Í dag verður konsertferðin hjá Teiti skotin í gongd í USA. Hann skal spæla runt í USA frá í dag av og næstan dagliga til 23 september. Byrjað verður í Washington í kvøld.
Tá Teitur er liðugur í USA, kemur hann til Føroya, har konsertferðin heldur fram. Konsertferðin verður í sambandi við nýggju útgávuna “I Want to be Kind”, sum útkom í juni í ár.
11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið”. Seinastu árini hevur hann mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu. Hetta verður fyrstu ferð, at Teitur fer at spæla á støðum sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og SALT.
- Eg gleði meg at koma út at spæla. Eg havi gjørt eina nýggja útgávu, sum eitur I Want to be Kind, og komi at framføra nógv av hesum umframt okkurt annað, sum mann kanska kennir betri, sigur Teitur í videoheilsan.
“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.
Til ber at hoyra lagið I Want to be Kind her, og meira um konsertferðina stendur at lesa á heimasíðuni hjá Teiti.