Teit Jacobsen hevur slitið krossbandið og skal sita uttanfyri í upp til eitt ár. Hann hevur verið í Danmark til kanningar. Staðfestingin er, at hann í dystinum móti TB/FCS/Royn sleit krossbandið.
- Krossbandið er slitnað og har er einki eftir. Tað verða einir níggju mánaðir ella eitt ár, sigur Teit Jacobsen, sum í næstum skal undir skurð.
Hann er í løtuni útleigaður frá Sønderjyske til HB, har hann hevur gjørt góðan mun. Hann hevur fleiri ferðir verið á liðnum hesa vikuna hjá ÍtróttarSosialinum. HB hevur eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og liggur á øðrum plássi.