Seinni í dag hevur Strandferðslan eitt betri yvirlit yvir, hvussu umfatandi skaða, Strandfaraskipið, Teistin fekk, tá ið hann var á veg inn í havnina í Gomlurætt í gjárkvøldið.
Tá ið hann var á veg inn í Havnina, fekk hann eitt tekniskt brek, sum elvdi til, at hann misti kraftina á einari skrúvu og av tí sama fór hann á land.
Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at kavarar kannaðu botnin í gjárkvøldið og tað vísir seg, at hann hevur fingið eina 15 sentimetrar langa rivu í kúlustevni.
– Men tað er ein lukkaður tangi, so tað er ein avmarkaður skaði, sigur rakstrarleiðarin.
Í morgun skal Teistin so til Havnar, har hann verður tikin upp á beding á Mest, og har skaðin skal umvælast.
Tað tekur ikki langa tíð, men óvissan er størri um hvat tað tekniska brekið er.
Jóan Petur Abrahamsen sigur, at tey halda, at tey hava peilað seg so nøkunlunda inn á, hvat brekið er, men at tey skulu ráðføra seg við serfrøðingar frá framleiðarunum fyri at tryggja, at tað ikki hendur aftur.
Tískil ber ikki til at siga enn, hvussu leingi tað verður til Teistin verður settur í sigling aftur. Fyribils røkir Jósup siglingina, men nú verður kannað hvørjar møguleikar, tey annars hava.
Sum støðan er nú, hevur Strandferðslan bara tveir møguleikar, og tað er at brúka Ternuna ella Sam, og nú verður kannað eftir, hvør frægasta loysnin er, sigur rakstrarleiðarin.










