Teir ríkastu móti teimum veikastu

Mulitmillióningarnir úr Chelsea skulu í fyrsta umfari av FA-Cup spæla móti vánanligasta liðnum í ensku ligunum. Lutakastið gav eisini fleiri áhugaverdar uppgerðir millum Premier League feløg

Fótbóltur

Enska steypakappingin – FA-Cup – er kanska mest siðbundna steypakappingin yvirhøvur. Somikið siðbundin, at hon enn ikki hevur mist allan status, hóast Champions League milliónirnar eru tær, sum seta dagsskránna flestu staðni í europiska fótbóltsheiminum.

Fýra PL-uppgerðir
Spenningurin undan triða umfarinum er eisini stórur, tá lutakastið stendur á skránni. Hetta er umfarið, tá feløgini úr sterkastu deildini koma upp í kappingina, og altíð er tað fyrsta vikuskiftið eftir nýggjársdag, sum er karmurin.
Lutakastið til umfarið var í gjár, og her standa fleiri áhugaverdar uppgerðir á skránni. Ikki færri enn fýra dystir eru reinar Premier-League uppgerðir, harav tann millum Liverpool og Arsenal man vera tann, sum mest líkist einum sonnum braki. Men talan verður helst eisini um spennandi dystir, tá Manchester United tekur móti Aston Villa. Tá nýríka Portsmouth taka ímóti væl koyrandi Wigan. Og tá Everton og Blackburn leita sær eftir skjóta vegnum til Europa.

Pinkulingar móti risum
Og so er FA-Cup eisini kappingin, har tey lítlu veruliga sleppa at royna seg. Ofta vinna smærru feløgini sær heiti sum Giant Killers, tá tey hava sent okkurt felag úr fremstu deildini út, men tað er tó neyvan tað, sum Macclesfield skal droyma um.
Macclesfield er í løtuni væl og virðiliga vánaligasta liðið í ensku liga-skipanini. Teir hava sjey stig eftir fyrstu 19 dystirnar í League Two, og tá hugsað verður um mótstøðuna, so er helst ikki tað stóra at gera. Macclesfield skal nevnliga á vitjan á Stamford Bridge, har tvífaldu meistararnir úr Chelsea taka ímóti.
Longu undan Abramovich-tíðini vildi talan verið um sera stóran bita fyri lítla felagið, men við milliardunum, sum síðani er skolaðar yvir Stamford Bridge, er ilt at síggja, hvussu Macclesfield skal sleppa bara so nøkun lunda livandi frá uppgerðini.
Men tað er tó púra víst, at teir vilja selja seg dýrt. FA-Cup kappingin inniheldur hópin av dømum um, tá tey lítlu vunnu á teimum stóru. Tá tey fátæku vunnu á teimum ríku. Og tí fer Macclesfield at spæla sín møguleika, sum teir helst bara fáa tann eina av í lívinum. Men júst hetta er eisini tað, sum ger FA-Cup’in serligan.