Teinurin til Runavíkar nógv styttri enn til Aberdeen

- Taka vit kanningar­brunn­arnar hjá Cheveron, sum eru funnir í bretskum øki beint hinumegin markið, er fjarstøðan millum økið og Aberdeen tilsamans 240 fjórðingar – og bert 97 fjórðingar millum leiðina og Runavík. Hetta merkir, at teinurin av økinum og til Aberdeen er 150 fjórðingar longri hvønn vegin, enn hann er av økinum og til Runavíkar, sigur Eli Lassen, sum er stjóri á Atlantic Supply Base

Eli Lassen fer at umboða Atlantic Supply Base á oljuráð­stevnuni, sum verður í Aberdeen 4. og 5. september.

Hann hevur verið í føstum starvi hjá felagnum, sum stendur aftanfyri virksemið á havnalag­num hjá Runavíkar havn, síðan 25. apríl í fjør.

Seinni er hann eisini vorðin nevndarlimur í ASB, sum felagið verður rópt.

Hann riggar til

Eli Lassen sigur, at hóast einki leitingarvirksemi hevur verið á føroyskar landgrunninum í seinastuni, hevur hann havt til uppgávu eitt nú at viðlíkahalda útbúnaðin hjá ASB, samskifta við fólk og at luttaka í skeiðvirk­semi av ymiskum slagi. Skeið­virksemi er ein liður í førleika­menningini.

- Nú er so henda boringin eftir, ið BP sum høvuðsfelag fer undir á landgrunninum seinni í heyst ella tíðliga í vetur. Enn vita vit ikki rættiliga, nær leitipallurin verður leysur hinumegin markið og verður klárur at seta borin í føroysku undirgrundina.

Eli sigur seg hava varhugan av, at BP og tey feløg, sum eru við í samtakinum hesaferð, eru spent eftir at sleppa í gongd – ikki minst, nú olja er funnin í bretsk­um øki beint hinumegin markið.

- Sjálvandi gevur hetta ein ávísan spenning og eitt ávíst bjartskygni, bæði hjá teimum, sum eiga hetta leitiloyvi og hjá okkum, ið standa aftanfyri tæn­astuna og virksemið uppi á landi.

Eingin útseting

Hann heldur eisini, at tað týðir upp á ein stóran áhuga fyri hesi leitiboring, at BP ikki útsetir boringina, nú heystið og veturin stunda til.

- Hinvegin hevur hesin pallurin borað á atlantsmótinum í eitt heilt ár, og tá hann var egnaður til hetta virksemi síðsta vetur, er hann sjálvandi eisini egnaður í vetur, sigur Eli.

Hann vísir á, at tá ið virksemið á Atlantic Supply Base nú av álvara verður tikið uppaftur, er altíð nógv at takast við, serliga í byrjanini.

- Síðan stabiliserar virksemið seg aftur, tá ið gongd er komin á, leggur hann aftrat.

Tað er ógjørligt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at bora hetta seinasta holið í hesum umfari, men Eli væntar, at tíðin man fara at liggja um einar tríggjar mánaðir ella stívliga tað.

- Hetta veldst tó alt um, hvussu tað fer at gangast at bora, sigur hann.

Bulkskip á Runavík

Leygardagin var niðurlendska bulkskipið Ritske á Runavík við tilfari, sum skal nýtast til bori­virksemið hjá BP.

- Skipið hevði tilsamans 1200 tons av sementi, barite og bentonite, ið verða brúkt, tá borað verður. Níggju av silounum á ASB eru til turrtilfar og fimm tangar eru til flótandi tilfar.

Eli Lassen sigur, at teir eru um at verða klárir á basanum til oljuboringina, men enn restar tó okkurt í, sum teir skulu fáa upp á pláss.

Hann vissar kortini um, at Atlantic Supply Base í góðari tíð stendur til reiðar við øllum tí, sum skal til, tá tíðin kemur.

- Nú oljuráðstevna verður í Aberdeen, verið eg burtur í 14 dagar, harav eg í eina viku fari at vitja BP í sambandi við komandi leitiboringina, sigur Eli.

Føroyar áhugaverdar

Stjórin á Atlantic Supply Base heldur avgjørt, at geografiska plaseringin hjá okkum er sera áhugaverd, nú oljuøkini nærkast okkum sunnaneftir.

- Taka vit kanningarbrunnarnar hjá Cheveron, sum eru funnir í bretskum øki beint hinumegin markið, er fjarstøðan millum økið og Aberdeen tilsamans 240 fjórðingar – og bert 97 fjórðingar millum leiðina og Runavík. Hetta merkir, at teinurin av økinum og til Aberdeen er út við 150 fjórðingar longri hvønn vegin, enn hann er av leiðini og til Runavíkar. Fram og aftur er talan soleiðis um smáar 300 fjórðingar á muni, og tað er ikki lítið, sigur Eli.

Hann vísir á, at skulu vit gerast veitarar til oljuvirksemi á hesum leiðum, er neyðugt, at ein partur av rávøruni kemur til Føroyar fyrst, men hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki, nú so góðir flutningsmøguleikar eru millum londini.

- Hinvegin hava vit bæði vatn, olju, proviant, útgerð og fólk at bjóða fram, sum eru tøk her heima, leggur hann aftrat.

Stórir møguleikar

Hann vísir á, at tímalønin er hægri í Føroyum enn í Bretlandi, men hinvegin er nógvur peningur at spara í olju og tíð, um veiting­arnar og tænasturnar koma úr Føroyum heldur enn úr Aber­deen.

- Jú, eg síggi avgjørt stórar møguleikar í hesum, nú virksemi flytir seg nærri okkum, sigur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base.