Tannlæknastova við virknari heimasíðu

Í øðrum londum er tað alsamt meira vanligt, at tannlæknar hava eina heimasíðu, har viðskiftafólk hava møguleika at kunna seg um ymisk viðkomandi viðurskifti. Men soleiðis er ikki í Føroyum.

Av teimum út við 20 virkandi privatu tannlæknastovunum í Føroyum, er bert ein við virknari heimasíðu. Tað er Petri Tannklinikk í Tórshavn, sum í dag hevur latið upp fyri nýggjari heimasíðu, har tey vitjandi fáa kunning um mong ymisk viðurskifti í sambandi við tannviðgerð og tannrøkt.

Síðan tannlæknastovan Petri læt upp hevur klinikkin eisini haft eina virkna síðu á Facebook við nógvum fjepparum.

- Vit lótu upp fyri fyrstu viðskiftafólkunum í nýggju hølunum á Sjúrðargøtu 20 í Tórshavn hin 20. juni 2011, sigur tannlæknin, Joan Petri Olsen, ið eisini eigur og rekur Petri Tannklinikk.