Tann yngsta byrjar inni

17 ára gamla Birita B. Nielsen fær sín fyrsta landsdyst og byrjar í miðverjuni ímóti Montenegro.

Seinnapartin í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í HM-undankappingini, sum verður spæld her heima í Føroyum. Mótstøðuliðið verður Montenegro, sum hósdagin tapti 3-0 ímóti Turkalandi.


Føroyska byrjunaruppstillingin er kunngjørd. Tað er greitt, at ikki allar 11, ið vóru við til at vinna 5-1-stórsigur ímóti Luksemburg hóskvøldið, fáa afturval. Tvær broytingar eru framdar, báðar í verjupartinum.


Les eisini: Hesar byrja ímóti Montenegro


Í miðverjuni sleppur yngsta kvinnan í hópinum, Birita Bergsdóttir Nielsen, at royna seg. Birita er 17 ára gomul og spælir við B68, har hon eisini er liðskipari. Hon hevur áður spælt á U17-landsliðnum og er eisini úttikin til U19-landsliðið.


Les eisini: U19-landsliðið við gentum úttikið


Birita er hin yngsta í landsliðshópinum, men hon er einans fáar dagar yngri enn Sarita Maria Mittfoss úr B36, sum fekk teir seinastu 20 minuttirnar ímóti Luksemburg og var um reppið at koma á máltalvuna.


Hin broytingin í uppstillingini í dag er á vinstra bakki, har Sigrun K. Kristiansen avloysir Mariu K. Thomsen.


Dysturin ímillum Føroyar og Montenegro verður á Tórsvølli kl.15.00. Tað er ókeypis atgongd til dystin, sum annars verður vístur beinleiðis á FSF-Varpinum og útvarpaður beinleiðis á Rás2.