Tann størsti hevur 773 – teir minstu hava ein

6.949 næmingar fara mánadagin í skúla í teimum 41 skúlunum í Føroyum

 

Av teimum 6.949 næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum – og tveimum frískúlunum – sum fara í skúla aftur mánadagin, ganga 773 í nýggja samanlagda skúlanum í Havn, Skúlanum á Fløtum.

 

Nýggi samalagdi skúlin í Klaksvík er næstan líka stórur, tí har ganga 741 næmingar.

 

Hesir báðir skúlarnir eru so nógv teir størstu av teimum 41 skúlunum kring landið.

 

Seks skúlar eru, sum hava færri enn 10 næmingar, ein teirra hevur 7 næmringar, tveir skúlara hava 5 næmingar, ein skúli hevur 2 næmingar og tveir skúlara hava bara 1 næming.

 

Her eru fyribils næmingahagtølini fyri fólkaskúlan 2016/17:

 

 

Skúli

Gentur

Dreingir

Næmingar

1

Skúlin á Fløtum

357

388

773

2

á Skúlatrøð

355

386

741

3

Eysturskúlin

263

231

494

4

Skúlin við Løgmannabreyt

217

221

438

5

Runavíkar Kommunuskúli

190

216

406

6

Skúlin á Argjahamri

168

169

337

7

Hoyvíkar skúli

148

179

327

8

Skúlin á Giljanesi

154

167

321

9

Sankta Frans skúli

174

137

311

10

Skúlin við Streymin

138

155

293

11

Fuglafjarðar skúli

123

142

265

12

Tvøroyrar skúli

119

115

234

13

Skúlin í Eysturkommunu

90

127

217

14

Tofta skúli

91

107

198

15

Vágs skúli

89

107

196

16

Vestmanna skúli

94

99

193

17

Sørvágs skúli

94

77

171

18

Kollafjarðar skúli

55

62

117

19

Stranda skúli

58

58

116

20

Frískúlin Keldan

47

49

96

21

Sandoyar Meginskúli

41

45

86

22

Hvalbiar skúli

38

37

75

23

Skála skúli

35

39

74

24

Eiðis skúli

34

24

58

25

Sands skúli

26

27

53

26

Velbastaðar skúli

21

30

51

27

Kvívíkar skúli

27

23

50

28

Frískúlin í Havn

18

27

45

29

Skúlin á Fossánesi

17

17

34

30

Viðareiðis skúli

11

22

33

31

Kaldbaks Skúli

13

18

31

32

Skopunar skúli

13

16

29

33

Porkeris skúli

13

15

28

34

Sumbiar skúli

8

14

22

35

Nólsoyar skúli

8

7

15

36

Oyndarfjarðar skúli

3

4

7

37

Kunoyar skúli

4

1

5

38

Skálavíkar skúli

2

3

5

39

Húsar/Syðradals skúli

1

1

2

40

Fámjins skúli

0

1

1

41

Haraldssunds skúli

0

1

1

 

 

3357

3564

6949