- Tað fellir mær onkursvegna natúrligt at standa framman fyri einum myndatóli, og fyri hvørt photoshoot ,eg geri, læri eg eina rúgvu. Um meg sjálva, um ta veruliga verðina og um etikk, sigur Armgarð Mortensen.
Seinastu tvey árini hevur hon verið nógv at sæð sum modell í ymsum samanhangum. Serliga eru tað tær vøkru, serstøku myndarøðirnar í verkætlanum sum Agnas, Nykurin og Eingilin á vatninum, sum hava fingið ikki bara føroyingar men eisini útlendskar fotografar til at fáa eyguni upp fyri ungu modellini, ið dagliga gongur á øðrum ári á Studentaskúlanum í Hoydølum.
- Tað kriblar í mær at sleppa út í heim at royna meg sum modell, tí eg kenni meg klára til ta ævintýrið, men miðnámsútbúgvingin má koma í hús áðrenn, sigur Armgarð Mortensen, ið er nógv umbiðin sum modell fyri ymsar fyritøkur í Føroyum og í sambandi við verkætlanir av ymsum slagi.
- Bransjan er knallhørð, og tað ræður um at finna tey røttu fólkini at samstarva við, soleiðis at báðir partar hava álit á hvørjum øðrum. Tað hugsi eg eisini nógv um, nú eg javnan fái fyrispurningar frá útlendskum fotografum, ið vilja brúka meg sum modell, sigur Armgarð Mortensen.
Tað byrjaði á G!
Hóast Armgarð Mortensen er nógv frammi sum modell, so er tað ikki meir trý ár síðani, at hon byrjaði modellkarrieruna. Tá hon var 15 ára gomul var hon at síggja í lýsingum fyri Tryggingarfelagið Føroyar og klædnafyritøkuna Guðrun&Guðrun.
- Eg vil siga, at tað kom verulig ferð á, tá eg hitti Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum er fotografur. Eg visti, at hon og maðurin, Janus, tóku myndir og høvdu fyritøkuna Miriam & Janus Photography,og tá eg sá hana á G!, fór eg yvir til hennara og fortaldi, hvør eg var. Gvøðny segði, at hon hevði sæð meg í onkrari lýsing, og áðrenn eg visti av, høvdu vit gjørt eina avtalu um at samstarva, greiðir Armgarð Mortensen frá.
Síðani hevur unga modellin fingist nógv við at posera framman fyri myndatólinum og hevur verið at sæð á nógvum øðrvísi myndum, i mun til tað, vit vanliga síggja.
- Eg eri broytt rættiliga nógv, frá tí eg gjørdi mítt fyrsta photoshoot og til í dag. Eg minnist til dømis, tá eg skuldi taka myndir til lýsingina fyri Guðrun&Guðrun og stóð við bálið í Sandágerði, har ein riðil av fólkum eisini var til staðar. Tá visti eg ikki heilt, um eg yvirhøvur dugdi, tordi ikki so væl og visti ikki, um eg gjørdi tað rætt. Nú føli eg, at eg havi nógva vitan, í mun til eg byrjaði, fortelur Armarð Mortensen, sum av fleiri av teimum, hon samstarvar við, er skýrd at vera eitt nátúrtalent.
- Hetta fellir mær bara natúrligt. Eg haldi meg ikki brúka eitt nú mótabløðini ella youtube fyri at fáa íblástur, men eg royni bara at gera okkurt sjálv og kenni á mær, hvat riggar, og hvat riggar minni væl.
Nógv tíð til fyrireiking
Tað liggja nógvir arbeiðstímar aftan fyri flestu av myndunum, har Armgarð Mortensen sæst við nógvum smyrsli, stórum hári og ymsum annarleiðis rekvisittum.
- Tá plagi eg at fara upp klokkan seks og siti hjá hárfríðkara í eini fýra til seks tímar. Tá vit tóku Agnas myndina, fekk eg 32 hárekstensions í, og tá minnist eg, at eg sat leingi í stólinum í salongini, fortelur Armgarð Mortensen og heldur fram.
- Men sjálv myndatøkan tekur sjáldan nógva tíð. Tað er meira øll fyrireikingin áðrenn, sum kann verða drúgv, men soleiðis er vanliga gongdin, tá onkrar annarleiðis myndir skulu takast, sigur Armgarð Mortensen.
Til hvørja myndatøku verður nógv gjørt burturúr hári og smyrsli, og hóast tað til tíðir tekur fleiri tímar, tá Armgarð Mortensen skal gerast klár til myndatøku, dámar henni væl henda partin av modellarbeiðinum.
- Tað er genialt! Eg elski at sita í stólinum, og tær putlast við at seta hárið og leggja make-up. Tá ert tú júst sum ein dukka. Eg haldi, at mær dámar tað so væl, tí vanliga geri eg ikki sjálv nógv burturúr útsjóndini og hugsi heldur ikki nógv um, hvussu eg síggi út, ella hvørjum klæðum eg eri í, sigur Armgarð Mortensen, smílist og leggur afturat:
- Kanska eg eri í so avslappað, tí eg kann saktans fara út til okkurt í joggingklæðum og ikki hava gjørt nakað sum helst við meg. Men eg haldi bara, at tað kann drepa eina persónligheit, tá fólk hugsa ov nógv um útsjóndina.
Mørkini skulu haldast
Fyri Armgarð Mortensen er tað av stórum týdningi, at hon kennir seg væl millum tey, hon arbeiðir saman við, og at hon hevur álit á teimum. Høvuðsorsøkin til hetta er, at hon til fleiri myndatøkur ikki er í nógvum klæðum og vísir tískil næstan allan kroppin.
- Um mann hyggur eftir myndunum, so kann tað gott vera, at mann sær eitt sindur av bróstunum, men tað er ongantíð nakað seksuelt í myndini. Og tað er mítt mark. Verður tað ikki hildið, so sigi eg frá, og tað havi eg ongar trupulleikar við. Tað er tí tað er so umráðandi, at eg sum modell havi álit á fotografinum og umvent. Tað snýr seg um at virða mørkini hjá hvørjum øðrum, sigur Armgarð. Mortensen og nevnir eisini, týdningin av hesum í sambandi við hennara leiklut í filminum Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá. Armgarð Mortensen hevur høvuðsleiklutin sum 15 ára gamla Maria, og í einum broti í filminum fer Maria í song við einum drongi.
- Í tí førinum var eisini týdningarmikið, at eg hevði álit á fólkunum, eg arbeiddi saman við, og míni mørk vórðu vird, tí annars hevði eg ikki gjørt ta senuna, fortelur Armgarð Mortensen og er skjót at leggja afturat.
- Men fólk skulu minnast til, at hatta er ein filmur, og har er nógvur gandur og filmstriks, so tey, sum halda, at eg veruliga fór í song við dronginum í filminum, tey fara skeiv, sigur Armgarð Mortensen.
Hon sigur, at bæði tá hon skal til myndatøku ella skal gera eina filmssenu, har hon næstan er nakin, hugsar hon seg væl um, áðrenn myndin skal takast ella senan skal spælast.
- Líka mikið um tað er mynd ella filmur, so hugsi eg altíð nógv um støðuna, áðrenn eg eri í henni. Á tann hátt veit eg nøkunlunda hvat eg skal gera, tá eg standi í støðuni.
Stríðist við at taka uppá
Sum modell er týdningarmikið at hava eina ávísa útsjónd, liva heilsugott, soleiðis at kroppurin altíð er til reiðar til myndatøku. Og tað er eisini nakað, sum Armgarð Mortensen í ein ávísan mun er tilvitað um.
- Mær dámar væl at venja, og sum heild eri eg rættiliga aktiv. Eisini eti eg hampiliga sunnan mat, tí um eg eti okkurt ósunt, verði eg sjúk, sigur Armgarð Mortensen, sum í nógv ár hevur drigist við eina ókenda sjúku. Serliga ringt var tað, tá hon var yngri.
- Eg plagi at siga, at Landssjúkrahúsið er mítt annað heim. Eg blívi framvegis sjúk javnan, har eg liggi við høgum fepri í eini fýra til sjey dagar, har eg havi ilt í høvdinum og búkinum, og eri bara veruliga illa fyri. Eti eg nógv bomm, pizza, burgarar og tílíkt, blívi eg altíð sjúk, greiðir Armgarð Mortensen frá.
Sjúkudagarnir gera, at missir orku, vøddarnir minka, og hon missir nógv feitt. Tískil roynir Armgarð Mortensen at taka uppá í vekt.
- Eg havi veruliga barst fyri at taka uppá, og eg rokni við, at tað er líka ringt hjá mær at taka uppá, sum tað er hjá teimum, ið royna at tapa seg, sigur Armgarð Mortensen, ið sum yngri var kedd av at vera so kløn.
- Men eg havi funnið vegir at útnytta tað, sum eg annars var so kedd av, sigur Armgarð Mortensen og sipar til modellarbeiðið.
Ætlar sær langt
Hesi trý árini, Armgarð Mortensen hevur fingist við modellarbeiði, er áhugin fyri henni sum modell vaksin støðugt. Eitt nú fær hon rættiliga nógvar fyrispurningar umvegis Facebook frá fotografum ymsastaðni í heiminum.
- Eg skrivi ikki aftur til øll, sum seta seg í samband við meg, tí okkurt av tí er eisini fupp. Tað er soleiðis, at ein blacklisti er við fotografum, ið hava verið ónærisligir ella hava gjørt seg inn á ungar modellir. Hesin listin liggur á eini Facebooksíðu, og eg plagi at hyggja á tann listan, áðrenn eg skrivi til onkran fotograf, sum hevur sett seg í samband við meg, fortelur Armgarð Mortensen og leggur afturat, at fleiri kendir fotografar eisini seta seg í samband við hana.
Hóast hon hevur verið við í fleiri stórum verkætlanum og lýsingum, merkir tað ikki, at hon enn kann liva av modellarbeiðinum.
- Eg fái pengar fyri hvørja uppgávu, eg geri, og eg kann siga so mikið, sum at eg verði í løtuni ikki rík av tí og kann heldur ikki liva av modellarbeiðinum. Pengarnir, sum eg havi forvunnið higartil, fara allir á eina uppsparingarkonto, sum eg ætli mær at brúka, tá eg fari at royna meg í útlandinum, greiðir Armgarð Mortensen frá.
Sjálv roynir hon eisini at gera sítt til fyri at koma út í heim at royna seg sum modell. Í løtuni sendir hon teldupostar til modellumboð ymsastaðni í heiminum.
- Eg føli, at eg eri klár til at fara í útlandið at arbeiða sum modell, men tað er sjálvandi ein rúgva sum skal fáast upp á pláss, áðrenn tað kemur hartil. Men hetta er tað, eg vil og arbeiði fram ímóti.
FAKTA
Navn: Armgarð Mortensen
Aldur: 18 ár
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Gongur á matematisku deild í Hoydølum á 2. ári.