Daniel Craig er ikki so kendur enn, men hevur tó spælt í Thomb Raider, Sylvia og The Road to Pertition. Daniel Craig fer beint eftir nýggjár undir innspælingarnar til nýggja James Bond filmin Casino Royal. Hetta er 21. filmur í røðini um James Bond og Craig er tann sætti sjónleikarin, ið spælir leiklutin.
Tann upprunaligi James Bond, Sean Connery spældi seks filmar, bert avbrotin av einum filmi har Georg Lazenby røkti leiklutin, Roger Moore spældi sjey filmar, og varð síðan avloystur av Timothy Dalton, ið ikki rættuliga vann fólkaligan tokka í leiklutinum, hann spældi bert tveir filmar. Pierce Brosnan gav leiklutinum tað heilt rætta og varð væl umtóktur í leiklutinum, hann spældi fýra filmar.
Daniel Craig er tann fyrsti ljóshærdi James Bond, og enn er ikki greitt um hann eisini verður tað í filminum, men um hann verður tað, er eingin ivi um, at hetta er ein stórur sigur fyri teir ljóshærdu loyniligu agentarnar, ið fáa eitt heilt annað trúvirðið.









