Tankarnir høvdu hug at fara

- Eg royndi at vera professionellur og skúgva alt annað til viks, men eg haldi at fokus fór eitt lítið sindur viðhvørt, sigur Jákup Mikkelsen, fyrrverandi málverji og liðformaður á landsliðnum

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: So gavst hann. Maðurin, sum trúgvur hevur tænt Føroyum og føroyskum fótbólti í meiri enn 20 ár. Jákup Mikkelsen er ikki longur partur av føroyska landsliðnum og avgerðin stendur við.
– Eg havi verið sera takksamur fyri hetta seinasta árið, og at eg havi sagt ordiliga farvæl. Tað seti eg stóra æru í, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin í gjárkvøldið.
Áðrenn dysturin varð bríkslaður í gongd, fekk hann handað eitt blómutyssi frá Høgna í Stórustovu, forseta í Fótbóltssambandi Føroya. Men hetta og tað at hoyra tjóðsangin fyri seinastu ferð, var ikki nakað, ið órógvaði roynda málverjan.
– Eg hugsaði ikki so nógv um tað beint tá. Tankar mínir vóru kring dystin og um at fáa hann avgreiddan, segði Jákup Mikkelsen.
Men hóast drúgvar royndir og ein professionellan hugburð, so eydnaðist ikki at halda kenslunum heilt burtur.
– Eg royndi at vera professionellur og skúgva alt annað til viks, men eg haldi at fokus fór eitt lítið sindur viðhvørt, og tankarnir høvdu hug at fara aðrastaðni, tí eg var næstan givin, viðgekk Jákup Mikkelsen, sum var merktur av serligu støðuni.
– Eg eri tungur í sinni, men tað hevði eg eisini roknað við, segði hann.

Tekur ábyrgd
Lagið gjørdist ikki betri av, at Jákup Mikkelsen sjálvur metti, at føroyska liðið kundi staðið seg nógv betri.
– Eg haldi Rumenia spælir rímiliga væl, men vit skuldu ikki tapt dystin, tí teir fáa sigurin alt ov lætt. Tað er í dystum sum hesum, at vit skulu hava stig, sigur Jákup Mikkelsen, ið heldur at málini, Rumenia fær, vóru ov bílig. Honum so líkt, tekur hann eisini tað ábyrgd av tí, ið hann kann lastast fyri.
– Málið til 1-0 var ov lætt og tað má eg nokk taka á meg sjálvur, og tað sama við tí triðja málinum, sigur Jákup Mikkelsen, ið einki nevnir um tær báðar fantastisku bjargingarnar, har bólturin í roynd og veru burdi sitið í málinum, men var steðgaður á vegnum, tí Jákup Mikkelsen vísti sítt virði enn eina ferð.