Tað verður ikki hissini upphiting, sum áskoðararnir til finaluna í kappingini um Løgmanssteypið fáa.
Áðrenn ársins fótbóltsdystur verður bríkslaður í gongd sunnudagin klokkan 16.00, fara tveir av fremstu rockbólkunum í landinum at spæla á Tórsvølli.
Talan er um Tangz og All that Rain, sum fara at leggja lunnar undir finaludystin. Hesir báðir bólkar hava spælt á konsert saman áður. Seinasta framførslan var so seint sum leygarkvøldið í Trongisvági, har fleiri enn 500 áhoyrarar vóru og lýddu á.
Fótbóltsdysturin er millum KÍ og B36 byrjar kl. 16.00.