Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi er nú farið um 33.000 fólk í Turkalandi og Sýria. Tað skrivar tíðindastovan AFP í dag.
Tíðindastovan leggur afturat, at myndugleikar og læknar boða frá 29.605 deyðum í Turkalandi og 3574 deyðum í Sýria.
Í samrøðu við Sky News í gjár metti neyðhjálparstjórin hjá ST, Martin Griffiths, at talið av deyðum fer at »tvífaldast ella meira«.
Tá var talið av deyðum komið upp um 28.000.
/ritzau/