Madeleine McCann hvarv í portugisiska frítíðarbýnum Praia da Luz um kvøldið tann 3. mai, og síðani hevur eingin hoyrt frá henni.
Líka síðani hon hvarv, hava stórar og smáar plakatir við mynd hennara hingið á gistingarhúsum og matstovum í Praia da Luz, tikið plakatirnar niður. Tað sama hevur presturin, sum foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, vóru til bønarløtu við, gjørt. Plakatirnar, sum hava hingið í kirkjuni teir seinastu mánaðirnar, hanga ikki har longur.
Ein av matstovueigarunum sigur við bretska blaðið Daily Mail, at tey hava ikki tikið plakatirnar, tí tey hava gloymt Madeleine, ella tí tey hava mist áhugan fyri lagnu hennara. Tann einasta orsøkin er, at býurin hevur tørv á at venda aftur til tann gamla gerandisdagin, tí tað seinasta hálva árið hevur Madeleine verið umrøðuevnið í býnum, sigur hann.
Men tað er eisini ein onnur frágreiðing. Fleiri fólk í Praia da Luz, sum Daily Mail hevur tosað við, siga, at tey duga ikki at síggja nakra orsøk til at sóknast eftir gentuni, so leingi foreldur hennara eru undir illgruna.
Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, sigur við sjónvarpið Sky, at hjúnini hava ikki gloymt tann stuðul, sum tey fingu í Praia da Luz, tá Madeleine hvarv.










