Taka helst undir við andstøðuuppskoti

Eitt andstøðuuppskot kann vera fyrsta uppskotið, ið verður samtykt undir nýggju samgonguni.

Tað er sera sjáldsamt, at eitt andstøðuuppskot verður samtykt á tingi, men nógv røkist fyri, at fyrsta andstøðuuppskotið undir nýggju samgonguni, eitt uppskot frá Nýtt Sjálvstýri um MVG-frítøku av grønum hitaskipanum, verður samtykt.


Tað er tó ikki dygdin í uppskotinum ella eitt langt og upplýsandi kjak, ið hevur sannført samgongutinglimir um, at uppskotið er vert at taka undir við. Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður nevniliga ikki fyrr enn í næstu viku.


Í staðin stavar undirtøkan fyri uppskotinum frá tá valbólkar skuldi skipast aftaná løgtingsvalið. Nýtt Sjálvstýri valdi tá, at gerast partur av valbólkinum hjá samgonguni, um so var, at samgongan lovaði at taka undir við nú framlagda uppskotinum hjá Nýtt Sjálvstýri. Tað skrivar heimasíðan ting.fo.


Uppskotsstillararnir skriva, at endamálið við uppskotinum, er at frítaka ymiskar grønar hitaskipanir fyri MVG.


- Endamálið við uppskotinum er at frítaka allar sokallaðar grønar hitaskipanir (til dømis jarðhita, fjarhita, sjóhita, luft-til-vatn, luft-til-luft), aðra útgerð til upphiting av sethúsum og øðrum bygningum og útreiðslur, knýttar at hesum arbeiði, fyri meirvirðisgjald, stendur í uppskotinum.


Uppskotið hevur fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku.