Í nógv ár hevur ein skipan verið galdandi, har pensjónistar fáa 50% í avsláttri, tá ið teir ferðast við
Strandferðsluni, Bygdaleiðum og tyrluni hjá Atlantsflogi.
Sum prógv um, at teir hava rætt at ferðast fyri hálvan prís, hava pensjónistarnar fingið sendandi
avsláttarkort frá Almannastovuni, sum teir skulu vísa fram, hvørja ferð, teir keypa ferðaseðil á
einum skipi hjá Strandferðsluni, einum bussi hjá Bygdaleiðum ella við tyrluni.
Nú um dagarnar hava pensjónistarnir aftur fingið nýtt avsláttarkort sendandi og tað hevur fingið
nógvar pensjónistar at undrast.
Tað, sum serliga hevur ørkymlað teir, er, at nú stendur bara á kortinum, at tað gevur 50% í avsláttri
Frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum.
Hinvegin er tað strikað út við svartari tussj, at tey eisini hava fáa til avsláttur við tyrluni.
Tað er rættiliga dýrt at ferðast við tyrluni, afturímóti við Strandferðsluni og bygdaleiðum og tí er
hetta nakað, sum rakar pensjónistar rættiliga meint.
Serliga rakar hetta pensónistar á útoyggj hart. Á útoyggjunum er vanliga myndin tann, at har
er stór yvirvág av eldri fólki og pensjónistum. Samstundis hevur tyrlan ógvuliga stóran týdning fyri
ferðasambandi hjá útoyggj við meginøkið, tí ferðamannaskipini sigla sjáldan, eru lítil og ofta er
veðrið ótespuligt.
Tað hevur gingið strilti at finna útav, hví pensjónistarnir nú brádliga hava mist avslátturin við
tyrluni.
Men tað, vit fyribils hava fingið uppspurt, er, at tað er Atlantsflog, sum av sínum eintingum hevur
tikið avslátturin av og hevur givið Almannastovuni boð um hetta.
Almannastovan hevur so borið boðini víðari til pensjónistarnar og hevur sent teimum nýtt
asvláttarkort, har tað er strikað út, at tey eisini hava rætt til avsláttur við Atlantsflogi.
Tað, vit hava fingið at vita, er, at frágreiðingin, sum Atlantsflog hevur uppgivið, er tann, at nú
felagið er einskilt, ber ikki til at hava eina slíka avsláttarskipan.
Sí viðmerkingar frá landsstýrismanninum í almannamálum aðrastaðni i blaðnum