Tænastudepil sum millumlið

Pensjónistar, sum ikki fáa gjørt so nógv sjálvir, vita kanska ikki, hvønn tey skulu venda sær til.

Nú finalan í Startup Sundalagnum hevur verið, er greitt, at vinnandi verkætlanin var Tænastudepilin, ið skal virka sum millumlið millum fólk, sum hava brúk fyri tænastum av ymiskum slag og fólk, sum hava tænastur at bjóða í lokaløkinum í Sunda kommunu.

 

Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Íverksetarahúsið havt Startup-skeið í vikuskiftinum. Skeiðið varð hildið í frálíku hølunum í Hósvíkar skúla.

 

- Fríggjakvøldið byrjaði Startup-skeiðið, har nógv uppskot vórðu havd á lofti. Leygardagin og í dag hava bólkar arbeitt víðari við trimum uppskotum, eitt nú við at fáa samband við møgulig viðskiftafólk og samstarvspartar umframt fíggjarætlan.

 

Íverksetarahúsið vísir á, at seinnapartin í dag varð finala, har framløga var fyri einum dómarapaneli.

 

- Eftir at hava tosað saman eina løtu boðaðu dómararnir frá, at ein verkætlan - nevnd Tænastudepilin - hevði vunnið Startup Sundalagið.

 

Lagt verður aftrat, at hugskotið við Tænastudeplinum er, at nógv fólk hava tørv á at fáa ymiskt gjørt heima við hús.

 

- Talan kann eitt nú vera um pensjónistar, sum ikki fáa gjørt so nógv sjálvir. Tey vita kanska ikki, hvønn tey skulu venda sær til at fáa ymiskt gjørt. Har skal ein tænastudepil standa ímillum og fáa fólk, sum hava tíð og orku, til arbeiðis hjá fólki, sum hava brúk fyri tí.

 

Íverksetarahúsið sigur, at vinnandi verkætlanin fær tíggju túsund krónur til verkætlanina frá Sunda kommunu og ein ráðgevingarpakka frá Vinnuframa á 50.000 krónur.

 

Tað vóru Súsanna Eikhólm, Malan Johansen og Elias Hammer, ið mannaðu bólkin, sum arbeiddi við Tænastudeplinum.

 

Í dómarapanelinum sótu Alberg Gaardlykke (Krás), Esther Dahl (Vinnuhúsið) og Hans Andreas Kelduberg (Thor).

 

- Hinar báðar verkætlanirnar arbeiddu við eini kunningarstovu fyri økið í Sunda kommunu og uttanduramøblum, sum ikki fúka, tá ódn er, veit Íverksetarahúsið at siga í dag.