Verður hetta samtykt, kann tað fara at verða eini 10 prosent dýrari at tosa í telefon í Føroyum. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Løgtingið viðgerð uppskot frá samgonguni sum fer at geva løgregluni betri møguleikar at loynilurta eftir fólki í sambandi við illgruna um álvarsamar brotsgerðir. Í hesum sambandi verða telefyritøkurnar noyddar at útvega sær tekniska útgerð, sum fer at tyngja raksturin munandi. Ætlanin er nevniliga, at telefyritøkurnar skulu sjálvar rinda tað, hendan útgerðin kostar.
Í hesum sambandi hevur Vodafone upplýst, at hjá teimum fer tað at kosta einar fimm milliónir krónur, umframt at tað fer at kosta 850.000 krónur um árið at reka. Men telefeløgini hava ongastaðni at fara eftir rokningini, uttan til viðskiftafólkini.
Men Vodafone sigur, at eftir tí, sum liggur í kortunum, er væntandi, at skyldan hjá telefeløgunum seinni verður víðkað, eitt nú við logningsskyldu og avlurting á internetinum.
Tað merkir eina munandi øking og íløgu- og rakstrarkostnaði.
- Føroyski marknaðurin er lítil, og tí merkist ein broyting væl hjá tí einstaka, sigur Vodafone. Felagið sigur, at sum er, svarar økingin í útreiðslunum til, at prísurin fyri at tosa í telefon, fer at hækka átta oyru um minuttin, ella 10 prosent.
- Verða fleiri skyldur álagdar í sambandi við meiri víðfevnd inntriv í fráboðanarloyndin, merkir tað tilsvarandi hægri nýtslugjøld.
Og sum heild eru tinglimir rættiliga samdir í, at tað er ikki rímiligt at áleggja telefeløgunum, ella viðskiftafólkunum, rokningina fyri at geva løgregluni betri møguleika at loynilurta eftir fólki.
Tinglimir úr fleiri flokkum halda, at vil løgreglan hava betri møguleikar at loynilurta eftir fólki, má løgreglan sjálv átaka sær útreiðslurnar.
Aksel V. Johannesen var ein, sum ikki tekur undir ætlanini, sum hon nú fyriliggur og hann vil hava løgregluna sjálva at rinda útreiðslurnar.
- Umframt at tað verður dýrari at ringja, verður tað ógjørligt hjá nýggjum veitarum at sleppa framat, tí skulu teir útvega sær hesa tøkniligu útgerðina at loynilurta eftir fólki, fáa teir eina eyka milliónarokning um hálsin, áðrenn tey yvirhøvur sleppa undir virksemi.
Johan Dahl sigur, at hann er samdur í hesum sjónarmiði og hann sigur, at hetta var eisini upprunaliga ætlanin.
Men hann hevur fingið at vita frá løgmansskrivstovuni, at tað letur seg ikki gera, uttan at hann tó fekk útgreina tað.
|