Tað lá í kortunum og skuldi verða púra vist: Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikunum í 2019.
Men tá ið Føroyar ikki hildu seg hava møguleikan at skipa fyri 12 ítróttargreinum, fyrst og fremst tí at einki hendi við byggingini av golfvølli, valdu Føroyar at taka seg aftur. Síðani hevur Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) boðað altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA) frá, at Føroyar bjóða seg ikki fram at hýsa leikunum í 2021 av somu orsøk. Í løtuni eru Føroyar ikki førar fyri at hava Oyggjaleikirnar, er niðurstøðan hjá ÍSF.
- Oyggjaleikirnir skulu nokk klára seg eftir hetta, men hetta er mest synd fyri Føroyar, sum hava mist ein stóran møguleika at vísa oyggjarnar fram og eisini at føra Oyggjaleikirnar víðari, sigur Jørgen Pettersson, formaður í IIGA.
- Eg taki avgerðina hjá føroyingum til eftirtektar, og tað er heilt greitt føroyingar, sum skulu avgera, um teir bjóða seg fram at hava leikirnar ella ikki.
- Vit hava tíbetur nógvar oyggjar, sum vilja taka ábyrgd og hava Oyggjaleikirnar. Vit hava avgjørt vertsskapin fram til 2019, og vit nú hava nóg mikið av oyggjum til at hýsa leikunum fram til 2025, sigur Jørgen Pettersson.
Næstu Oyggjaleikirnir verða hildnir á Jersey í summar.