Tað er bíligari - hóast næstan helvtin fer fyri skeytið

Men roknistykkið fer at batna, so hvørt sum tíðin gongur

Magnus Rasmussen sigur, at hóast nógv fer fyri skeytið, er tað framvegis bíligari

Umhvørvisstovan hevur veitt loyvi til trý nýggj vindorkuverk.  Tey eru á Gellingakletti, í Flatnahaga og á Eiði og tey verða tikin í brúk hesi næstu tvey árini.

 

Sev hevur roknað út at sum støðan er nú, fer tað at bara at bera til at gagnnýta 44 prosent av streyminum. Men tá ið ein pumpuskipan er sett í verk, fer tað at bera til at taka í móti einum munandi størri parti av streyminum frá hesum trimum vindorkuverkunum.

 

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Magnus Rasmussen, landsstýrismann í orkumálum, um hann ætlar at tvinga fólk til at rinda fyri streym, tey ikki fáa brúkt.

 

Magnus Rasmussen sigur, at metingar frá Sev siga, at áðrenn pumpuskipanin verður veruleiki, fer prísurin fyri streymin frá teimum trimum vindorkuverkunum, at liggja um 23 oyru/kWt. Kostnaðurin fyri streym úr olju liggur um 70 - 80 oyru/kWt, alt eftir hvat oljan kostar.

 

Men fara 44 prosent av streyminum frá vindorkuverkunum fyri skeyti, verður miðalkostnaðurin fyri vindorkuna at liggja á 52 oyrum/kWt.

 

Sostatt er kostnaðurin fyri streym úr vindorku undir øllum umstøðum lægri enn streymur frá oljuverkum og roknistykkið batnar alsamt sum so hvørt sum eftirspurningurin eftir streymi, veksur.

 

Eftir sum vindorkuverkið á Eiði í fyrsta lagi kann takast í brúk á heysti 2023, merkir, at ein lutfalsliga størri partur av vindorkuni frá Gellingarkletti og Flatnahaga kemur til høldar.

 

Fyri at kunna tryggja eina støðuga orku frá vindmyllunum, verður neyðugt at gera íløgur í battarískipanir og tað skal Sev gera. Verður hesin kostnaður lagdur afturat kostnaðinum fyri vindmyllulundirnar, er prísurin fyri strym frá vindmyllum framvegis lægi enn streymurin er fyri streym frá oljuverkum.

 

– Samanumtikið metir Umhvørvisstovan, at ætlanirnar við teimum trimum vindmyllulundunum í Flatnahaga, við Gellingarklett og á Eiði, eru neyðug stig á grønu kósini.

 

– Hvat kostnaði viðvíkur verður eisini mett, at hesi vindorkuverkini verða eitt positivt íkast til búskapin hjá Sev longu frá fyrsta degi - hóast ein partur av elorkuni ikki kann koma til høldar fyrr enn ein pumpuskipan kann verða tikin í brúk.

 

Fyri hvørt ár vit bíða eftir meiri vindorku, rinda fólk stórar eykarokningar fyri dýra og dálkandi elframleiðslu úr olju.

 

Magnus Rasmussen sigur, at hann hevur ikki tørv á at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri streym, ella at veita Sev endurgjald til fyri streym, sum húsarhaldini ikki fáa nyttu av.

 

– Men koma vit ikki skjótt longri fram á leið við at byggja vindorku út, fara fólk framhaldandi at rinda fyri dýra og dálkandi streym úr olju, heldur enn at rinda fyri lutfalsliga bíligan og grønan streym úr vindorku, sigur Magnus Rasmussen.

 

Magnus Rasmussen sigur, at hóast nógv fer fyri skeytið, er tað framvegis bíligari