Tað hevði kostað landskassanum 250-350 milliónir at avtikið mvg á matvørum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Kristianna Winther Poulsen, sum hevur sætið á tingið fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur spurt hann um tað hevði verið eitt hugskot at avtaka, ella lækka mvg á sunnum matvørum fyri at eggja fólki til at leggja matvanarnar um til heilsubetri kost.
Jørgen Niclasen sigur, at mett verður, at skulu matvørur vera mvg fríar, hevði tað kostað landskassanum onkustaðni ímillum 250 og 350 milliónir krónur. Harumframt hevur tað eisini elvt til størri umsitingarliga útreiðslur fyri landið, handlar, heilsølur og onnur, at hava ymiskt MVG á matvørum enn øðrum vørum. - Soleiðis, sum almennu útreiðslurnar í Føroyum eru, mugu vit hava skatt og avgjøld á tí stigi, vit hava nú, staðfestir Jørgen Niclasen. - At lækka MVG á matvørum hevði í sær sjálvum, lækka kostnaðarstøðið, og harvið økt um keypiorkuna hjá fólki.
- Men havast má í huga, at ein lækking skal fíggjast onkursvegna. Verður lækkingin fíggjað við, at aðrir skattir og avgjøld hækka, verður keypiorkan hjá húsarhaldunum óbroytt. - Verður lækkingin fíggjað við almennum sparingum, lækkar kostnaðarstøðið, og keypiorkan hjá húsarhaldunum veksur.
Harafturat heldur Jørgen Niclasen ikki, at tað er rætt at brúka mvg til at lætta um hjá støkum uppihaldarum og láginntøkum. Til tað endamálið er almannalóggávan besta og neyvasta amboðið. Ein annar máti at lætta um hjá veikum bólkum, er at lækka vanliga skattin, ella at hækka botnfrádráttin ella barnafrádráttin. Somuleiðis ber til at gera grundupphæddina í fólkapensjónini skattafría og at geva fyritíðarpensjónistum skattafrádrátt
Landsstýrismaðurin sigur, at í Føroyum stendur vanligur skattur fyri meira enn helvtini av samlaðu almennu inntøkunum frá skatti og avgjøldum. - Hetta er óvanliga nógv í altjóða høpi, tí í flestu londum er vanligur skattur ein lítil partur av samlaðu inntøkunum. - Harumframt eru almannaveitingarnar eisini væl hægri í Føroyum enn í flestu øðrum londum.
- Lágt MVG á gerandisvørum er kanska eitt gott hugskot í londum har inntøkuskatturin er lítil, og almannaveitingarnar eru lágar. Men soleiðis er ikki Føroyum, her brúka vit onnur amboð til hetta endamálið, sigur Jørgen Niclasen-
- Lægri MVG á heilsugóðum mati lækkar sjálvandi prísin á hesum vørum og sambært vanligari hugsan eigur tað at økja um nýtsluna av hesum vørum. Hinvegin skal lækkingin fíggjast, og hetta tekur keypiorku frá teimum, sum verða rakt av skattahækking, og hetta kann hava við sær, at tey velja tað heilsugóða frá.
Jørgen Niclasen heldur eisini, at tað verður ringt at finna semju um, hvørjar matvørur eru heilsugóðar, og hvørjar ikki eru. - Tilmælini frá serfrøðingum skifta alla tíðina. Tá eg var barn var mælt frá at eta egg, men nú verður tað beinleiðis tilmælt. Flestu halda, at epli eru heilsugóður kostur, men summi siga, at tey fita líka illa sum sukur.
- Sjálvur haldi eg, at tað avgerandi er, hvussu nýtslan er samansett, og ikki bert um ein keypir ávísar matvørur. - Eisini hava vit frammanundan punktgjøld á vørum, sum eru heilsuskaðiligar. Tað haldi eg vera nóg mikið, sigur Jørgen Niclasen.
|