TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við fyrrverandi landsliðsspælaran, Símun Samuelsen, sum eisini er hálvur íslendingur, og hevur spælt við Keflavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og tí fylgir íslendska landsliðnum ógvuliga nær í EM-endaspælinum.
Í samrøðuni tekur Símun Samuelsen samanum avrikini hjá Íslandi higartil í EM-kappingini, har liðið hevur spælt javnleik 1-1 ímóti bæði Portugal og Ungarn. Av tí, at Albania og Turkaland eru trýarar í sínum bólkum við trimum stigum, og einum málmuni uppá minus tvey, so er tað nóg mikið hjá Íslandi at spæla javnleik fyri at koma víðari, sum ein av teimum fýra betru trýarunum. Megna íslendingar javnleik ímóti Eysturríki klokkan 17 seinnapartin í dag, so hava teir trý stig, og málmunin null.
Símun Samuelsen væntar ein torføran dyst, men hann heldur íslendingar hava tað, sum skal til fyri at fáa eitt úrslit, sum gevur teimum atgongd til áttandapartsfinalurnar. Hoyr eisini hvat Símun Samuelsen tippar til dystin seinnapartin, sum mangir føroyingar eru sera spentir uppá.










