Tað sum gagnar barninum

Oddagrein:
Fátt er sum faðir- einki er sum móður, sigur eitt gamaltføroyskt orðatak. Tað er henda lívsáskoðan, sum hevur verið støðið undir gomlu ríkislógini um foreldramyndugleika. Henda lóg gevur mammuni foreldramyndugleikan, um foreldrini ikki eru gift. Tað er lítil ivi um, at tíðin er farin frá hesari lóggávu. Tíðin er eisini farin frá revsirættinum, ið sambært galdandi lóg gevur foreldrum rætt at sláa børn síni.

Landsstýrið hevur í løgmansrøðuni boðað frá, at æltanin er at leggja galdandi donsku lóg um foreldramyndugleika fra 1995 fyri løgtingið, og skal henda lóg geva meira javnstøðu millum pápa og mammu í málum um foreldramyndugleika. Men nú er komið fyri dagin, at henda lóg ikki tá ið samanum kemur, javnsetir bæði foreldur. Atfinningarnar byggja á úrslitini av rættarmálum, har mamurnar vinna flest mál. Vit loyva okkum at halda, at tað, sum altíð eigur at viga mesta, er atlitið til barnið. Tann avgerð, ið er best fyri barnið, eigur altíð at vera altavgerandi, og eigur øll lóggáva at hava hetta fyrilit.

Um tað hinvegin er nakað um, at 1995 lógin ikki virkar, sum upprunaliga ætlað, og danska stjórnin er á veg við eini nýggjari lóg, sum verður meta at vera gagnligari fyri allar partar, serataklioga barnið, so er einki forgjørt í at bíða eitt sindur. Vísir tað seg, at henda komandi lógin er betur hóskandi til okkara viðurskifti, so eigur hon at verða sett í gildi í Føroyum. Hinvegin kunnu vit ikki bíða alt ov leingi, tí verandi lóg er púra óhóskandi, og tað hevur veruliga skund at fáa sett bann fyri at sláa børn. Her má berast skjótt at. Kannast má, nær nýggja lógin kemur og so er at hava ríkislógartilmælið um føroyska gildiskomu klárt í somu løtu. Men myndugleikar mugu í øllum hesum ikki gloyma tað, sum er og verður altumráðandi, og tað bert er tað, ið gagnar barninum mest, ið eigur at liggja til grund fyri avgerð um foreldramyndugleika.