Tað, sum eg lærdi av tí, sum mundi hent við sambýlinum í Pætursgøtu

Fyrst vil eg takka Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, fyri, at hon loyvdi okkum avvarðandi saman við umboðum frá felagnum Javna at leggja okkara sjónarmið fram viðvíkjandi ætlanini hjá Nærverkinum um at niðurleggja sambýlið í Pætursgøtu og flyta teir tríggjar menninar, sum hava sítt heim har, í annan óhóskandi og verri bústað grundað ætlaðum sparingum.

Landsstýriskvinnan eigur eisini stóra tøkk uppiborna fyri, at hon aftan á at hava hoyrt okkara sjónarmið, tók ta skilagóðu avgerð at broyta ætlanina hjá Nærverkinum og lata menninar verða búgvandi í heimi sínum.

Hvat kann so lærast av hesum?

Í einari sjónvarpslýsing fyri felagið Javna, nærmast reypi eg av, hvussu tryggum og góðum hondum sonur mín var í. Havi nú lært, at hesin tryggleikin er fullkomiliga burtur. Hvussu verður næstu ferð, landsins fíggjarlóg skal snøggast til? Ella uppaftur verri, tá ein møguliga heilt onnur samgonga situr við ræðið, og skal spara? - Er tað tá samanum kemur ikki løgið, at tað skal kunna lata seg gera í árinum 2009 at flyta fólk út úr sínum egna heimi uttan so mikið sum at spyrja tey, hvat tey siga til tað?

Tað hevur mangan kenst sera svárt og eyðmýkjandi at noyðast at »blottleggja« sínar privatu trupulleikar alment, og partvíst sítt privatlív eisini, fyri at royna at grundgeva fyri rímiligum sømdum og umstøðum til brekaða son sín. Trupulleikar og umstøður, sum vanligar familjur loysa í allari stillheit innanhýsis. Helt meg vera slopnan undan slíkum nú. Men havi nú lært, at tað er líkt til, at hetta fer at halda fram, so leingi eg livi.

Leiðarin í Nærverkinum var á Portalinum endurgivin fyri at siga, at ætlanin um at niðurleggja sambýlið í Pætursgøtu var fakliga forsvarlig. Vit, avvarðandi at teimum, sum hava heim sítt í Pætursgøtu, hava afturvíst hesum pástandi og væl og virðiliga grundgivið fyri, at ætlanin tvørturímóti var fakliga sera óforsvarlig. Hvaðani ella frá hvørjum í “systeminum” innan Nærverkið tann fakliga ráðgevingin stavar, veit eg ikki. Tað kann eisini gera tað sama, men til alla lukku eydnaðist hesaferð at prógva, at henda fakliga ráðgeving var sera »inkompetent« og óforsvarlig – bæði fíggjarliga og menniskjaliga.

Hesin tilburður átti tí at lært okkum, og tá serliga politiska vald, at embætisfólk í landsins stjórn í ávísum førum kunnu inna ótrúliga stórt vald gjøgnum ta ráðgeving, sum landsstýrisfólk skulu grunda sínar avgerðir á, og soleiðis vera til óbótaligan skaða.

At enda má eg aftur hesaferð taka undir við Kára P, har hann í vísuni kvøður ».........ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta«.