Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Nýggjárið verður hildið í Skopun. Vit eta ræst kjøt og hugna okkum so væl, vit kunnu.
Tað sigur Suni Drangá, sum meginpartin av sínum virkna lívi hevur siglt við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Størsta hending hjá mær er, at eg slapp við nýggja havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Korona!
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi góðar vónir.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, tað geri eg ikki, sigur Suni Drangá í Skopun.