Á Jóansøku var neyðugt at gera av í umróðri, hvør skuldi vinna sjey stig. Ta ferðina vann Sølmundur á Sundabátinum. Eftir umróðurin vildu onkrir umborð á Sundabátinum vera við, at róðrarteinurin hjá Sølmundi hevði verið styttri, enn hann hevði verið hjá teimum. Vísningurin á málinum í Vági er soleiðis háttaður, at tað beinenvegin ger mun, tá ið tað ikki verður stýrt heilt beint.
Hetta vildu teir á Sølmundi ikki hava sitandi á sær. Jón Rozenblad er venjari hjá teimum, og tær báðar vikurnar undan Fjarðastevnu, hevur hann rættuliga tikið sær av ungu manningini í kropsligari venjing, í tekniskari venjing og ikki minst í arbeiðnum at seta teir sinniliga upp til avrik, sum skuldi vera soleiðis, at eingin ivi skuldi vera um, hvør manningin er tann besta í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Sølmundur sprakk avstað, og hóast Sundabáturin eina løtu royndi at bjóða av, so var eingin ivi. Á málinum var guli báturin meiri enn eina bátslongd frammanfyri næsta kappingarneytan, og nú skal vilja sera illa til hjá Sølmundi, um hann ikki skal gerast meistari.
- Vit vandu ógvuliga hart í vikuni eftir Jóansøku. Síðani trappaðu vit niður, og vit róðu sera væl í Vestmanna, siga teir umborð á Sølmundi.
Kappingin um triðja plássið var ógvuliga tøtt. Tað var leyst frá Sundabátinum og aftur til Jarnbard. Síðani komu teir næstu fýra mest sum í einum roki á mál. Smyril á sætta plássi var minni enn eina bátslongd aftanfyri Jarnbard.