Umhvørvi
Tað var tann 31. oktober í 2006 – ella í fjør heyst – at Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi boðaði frá, at "føroyskir myndugleikar eiga at taka undir við, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni".
Og lagt verður aftrat:
"Sambandsflokkurin mælir til, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum..."
Í tíðindaskrivinum verður víst a ta sannroynd, at føroyingar á umhvørvisøkinum hava sera vánalig hagtøl at vísa á, og at vit teljast millum tey lond í heiminum, sum "útleiða mest av koldioxidi í mun til fólkatalið.
- Hetta er sera álvarsamt, staðfestir Sambandsflokkurin.
Lagt verður aftrat, at ein orsøk til hesa støðu okkara er, at vit eru ein fiskivinnutjóð, og harvið noyðast vit at brúka nógva olju fyri at fáa fatur á okkara náttúruríkidømi.
- Hetta hevur eisini verið brúkt sum ein undanførsla fyri ikki at taka undir við Kyoto-avtaluni. Men samstundis eru tað júst lond sum Føroyar – við tøttum tilknýti til náttúruna, ið hava størstan tørvin á, at náttúran er óspilt.
Sambandsflokkurin heldur, at tað hevur alstóran týdning fyri okkara samfelag, at boðskapurin um at vit taka Kyoto-avtaluna í álvara, verður sendur umheiminum.
- Kyoto-avtalan hevur sum mál at virka ímóti teirri heimsumfevnandi upphitingini, og málið er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum við 5,2% samanborið við útlátið í 1990. Hetta skal gerast innan tíðarskeiðið 2008-2012.
Í tíðindaskrivi Sambandsfloksins um Kyoto-avtaluna verður at enda sagt, at "meira fæst at vita við at venda sær til Kaj Leo Johannesen, floksformann".
Nú Tjóðveldisflokkurin hevur borið uppskot niðan í løgtingið, har mælt verður til at seta Kyoto-avtaluna í gildi fyri Føroyar, fer Sosialurin at spyrja Kaj Leo Johannesen, um Sambandsflokkurin stendur við síni orð, sum flokkurin sendi fjølmiðlunum í tíðindaskrivi seinasta dag í oktober 2006.
Lesið eisini samrøðuna við Kaj Leo.