Avreiðingarvirði í Norðoyggjum er økt 50 prosent. Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstingi í Hovi í morgun.
Hann sigur, at ístaðin fyri at okkara fiskiríkidømið gjørdist privat ogn hjá nøkrum fáum, og skjótt kundi endað á útlendskum hondum, hava vit nú fingið eina nýggja fiskivinnuskipan. Og tann nýskipanin staðfestir, at alt livandi ríkidømið í havinum er ogn Føroya fólks, og sum tryggjar somuleiðis, at útlendingar ikki kunnu eiga í veiðiliðnum, ið kann fáa atgongd at troyta okkara felags tilfeingi.
Hann minti eisini á hvat hevur verið sagt um nýggju fiskivinnuskipanina, og hvat enn verður ført fram.
Ein spádómur var, at kósavirkið fór at steingja, og at vit fingu hungur og hall kring landið. Men veruleikin er, at tað gongur framúr væl hjá teimum, ið hava barst harðast ímóti.
Serliga í Norðoyggjum hava atfinningarnar verið harðar, men nettupp har er avreiðingarvirðið økt 50 prosent.
– Sjálvandi hevur nýskipanin broytt umstøðurnar hjá teimum, ið høvdu alt frammanundan. Nú gjalda tey meira til okkara felags kassa. Men havast skal eisini í huga, at makrelkvotan er lækkað 40 prosent hesi seinastu tvey árini.
Men avlopini hjá eru framvegis metstór og ivaleys til at gera nýíløgur í ein framkomnan flota og góðar umstøður hjá manning, reiðaríum og íløgur í virðisøking.
Samgongan hevur eisini útvegað stórar nøgdir av nýggjum tilfeingi, bæði til línuflotan í Íslandi, Grønlandi og á Flemish Kap.
Og somuleiðis er okkara lutur av norðhavssild og svartkjafti hækkaður munandi, ella líka nógv sum makrelkvotan hækkaði í seinasta valskeiði.
– Hetta er nýtt tilfeingi, og sjálvandi eigur tað bjóðast út, sum lógin sigur. Men tað verður eisini sagt, at hetta nýggja tilfeingið er tikið frá teimum, ið hava mest frammanundan. Tað er eftir mínum tykki uttan fyri øll mørk fyri sømiligheit, sigur Høgni Hoydal.
Men hann hevur varhugan av, at tað eru teir »sjálvútnevndu vinnuvinarligu ambassadørarnir í Fólkaflokkinum«, sum tekna hesa sjálvsøknu myndina av mótstøðuni og afturhaldinum.
– Innast inni veit eg, at hjá okkara dugnaligu vinnulívsfólkum í fiskivinnuni er eisini ein stoltleiki og viðurkenning av, at tey gjalda sítt til okkara felags kassar og okkara felags vælferð, og at tey eru bulurin undir einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi og samfelag.
Kortini ásannar hann eisini, at nýggja fiskivinnuskipanin treingir tilabøtur og at verða útbygt.
– Savnast vit ikki um hetta, og vinna vit ikki undirtøku á komandi vali, er alternativið greitt. Og tað er, at fara aftur í fortíðina og at øll frambrotini verða spolað aftur.
– Fiskiríkidømið verður privatiserað og savnað á nøkrum fáum hondum, og tey fara at verða keypt og selt á privatum uppboðssølum, har hugburðurin verður, at vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra mær, fer aftur at mynda Føroyar og okkara framtíð.