Tað gongur av skriðuni hjá Vejle

Enn eina ferð var Christian Høgni á vøllinum alla tíðina, og enn eina ferð stóðu teir í Vejle eftir við ongum á heimavølli

DANMARK 1. DEILD
Tað gongur av skriðuni hjá føroysku feløgunum í næstbestu deildini í Danmark. Enn eina ferð taptu Vejle og Fremad Amager, og enn eina ferð verður staðfest, at tað meiri er botnstrikuni enn uppflytingini, at hesi feløgini mugu fyrihalda seg til.
Hóast tað gongur illa hjá Vejle, so eru tað feløg í Jyllandi, sum mynda toppin. Hesa ferð var toppdystur í Silkeborg, har AC Horsens, sum higartil einki stig hevði mist, var á vitjan. Heimaliðið var á odda 1?0 inntil í síðsta minutti, tá ið Horsens javnaði. Harvið misti Horsens fyrstu stigini, men teir vóru fegnir um at sleppa úr Silkeborg við oddasessinum. Silkeborg er á triðja plássi.
Randers FC er næstfremst. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen hevur sáttmála við frá ársskiftinum av. Hóast tað í steðginum stóð á jøvnum 1?1, so var eingin spurningur um heimasigurin, ið varð so sannførandi sum 4?1.
Fremad Amager er á trettanda plássinum, og Vejle, sum hevði heimavøll ímóti einum av heitastu niðurflytingar evnunum, Nykøbing Falster Alliancen, er á tólvta plássinum. Christian Høgni Jacobsen tykist hava bitið seg fastan ímillum teir fyrstu ellivu. Hann var allar 90 minuttirnar annar av álopsmonnunum. Vejle hevði bóltin mest, Christian Høgni og fleiri liðfelagar hjá honum høvdu málmøguleikar, og leingi tóktist tað sum um, at Vejle skuldi vinna. Men í 75. minutti javnaði NFA til 2?2, og tríggjar minuttir seinni skoraðu teir sigursmálið.
Nú verður tosað um, hvussu leingi nýggi Vejle venjarin, Steen Thychosen, fer at sita í heita stólinum. Men tað er neyvan nøkur góð loysn enn eina ferð at skifta venjara í Vejle, har tað tykist vera heilt langt millum tað, sum teir fegnir vilja vera, og tað sum teir tykjast megna.
Felagið, sum Henrik Larsen vandi, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari, Ølstykke, hevur verið millum tey ovastu, men nú eru teir dotnir afturum tey trý bestu úr Jyllandi. Ølstykke tapti á útivølli 2?1 til Fredericia, sum eisini í steðginum var frammanfyri 2?1.
HFK Sønderjylland ætlar sær at teljast millum feløgini, sum kappast um uppflytingina. Tað sá eisini ljóst út eftir fyrra umfarið í Køge. HFK var frammanfyri 1?0, men at enda hevði Køge við nýggjum venjara vunnið 2?1.
AC Aarhus, sum er botnlið, tapti 3?0 á Eysturbrúgv ímóti Skjold, í Aalborg endaði tað 1?1 millum FC Nordjylland og Brønshøj, sum fekk stig fyri aðru ferð á rað, og ávikavíst 90 og 100 ára gomlu B1913 og B93 spældu málleysan javnleik í Odense.